- Fýra ísfiskalínuskip eru undir Íslandi, men tey eru nýliga byrjaði túr. Tí vænta vit ikki, at tey koma heim at landa í vikuni sum kemur.
Á Fiskamarknaði Føroya vísa tey á, at umframt tey fýra ísfiskalínuskipini, eru eisini tvey frystilínuskip undir Íslandi.
- Undir Føroyum eru trý línuskip, tvey eru norðanfyri og eitt er vestanfyri. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Lagt verður aftrat, at møguliga landar okkurt línuskip síðst í vikuni sum kemur.
- Restin av línuflotanum liggur við bryggju, men fer út aftur, tá veðrið verður til vildar.
Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður hampiligur, men veðrið verður umskiftandi.
- Tí er ikki væntandi, at nógvur útróður verður í næstu viku, verður lagt aftrat.