Á samkomu í Løkshøll í gjár, í sambandi við 30 ára hátíðarhaldi hjá Útnorðurráðnum, heiðraði Útnorðurráðið á fyrsta sinni ein persón, sum hevur slóðað fyri at menna Útnorðurráðið.
Tað bleiv íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grimsson, sum hevur lagt stóra orku í at stuðla áhugamálum Útnorðurráðins í eini tíð, har alheimsgering er ein avbjóðing fyri Arktiska øki. Og tað var millum annað tí, at Ólafur Ragnar Grimsson fekk heiðurin.
-Tú hevur í tínum embæti, og av egnum áhuga, í nógv ár tikið útnorður við, tá tú hevur hitt ríkishøvur, stjórnarleiðarar, altjóða vinnulívsfólk og granskarar, og tá tú hevur luttikið á plássum, har Arktis er i fokus, segði Bill Justinussem, formaður í Útnorðurráðnum, tá hann handaði heiðurstekini.
Ólafur Ragnar Grímsson er ein av stigtakarnum til ráðstevnuna Arctic Circle. Íslendski forsetin hevur ynski um, at londini í útnorði verða eitt sterkt øki í Arktis. Hann hevur eisini heitt á Útnorðurráðið um at røkka einari altjóða fjøld.
-Eg takki so hjartaliga fyri heiðurin, og minnist til, at ábyrgd fylgir heiðrinum. Vit hava fingið stóran geopolitiskan týðning, og eru vitni til kollveltandi broytingar. 40 lond luttaka á ráðstevnuni Arctic Circle seinni í ár, harímillum Kina og Týskland, so vit merkja áhugan frá umheiminum. Vit skulu vísa, at vit eru partur av nýggju verðini, segði Ólafur Ragnar Grímsson.
Gávan var ein gullnál, sniðað sum ein makrelur. Gullnálin ímyndar vælferð og tilfeingi, sum londini í Útnorðurráðnum skulu finna felags stev um.
Hátíðarhaldið í Løkshøll var fyrst og fremst eitt veitslukvøld, og londini nýttu høvið at sýna egna mentan fram. Gestirnir sóu Varna úr Grønlandi dansa trummudans, Enekk úr Føroyum spæla fólkatónleik og HM-liðið í estetiskum fimleiki vísti síni kynstur. Jákup Veyhe lýsti meistarliga fólkasálina í teimum trimum londunum.
Gestirnir royndu eisini síni málsligu kynstur, tá trivið var í felagssangin - á øllum trimum málum. Og sungið var eisini dúgliga við, tá íslendski Eurovision luttakarin í 2013, Eythór Ingi, fekk bæði høg og lág at syngja við lagnum “Somebody to love” hjá Queen.
Kvøldið endaði við, at tey sum hildu seg fram, fóru uppá gólv.
Útnorðurráðið hátíðarheldur 30 ára dagin aftur í dag. Klokkan hálvgum ellivu verður móttøka í Norðurlandahúsinum, har millum annað stjórnarleiðarnir úr Grønlandi, Føroyum og Íslandi halda røðu. Síðani verður farið til Runavíkar, har 31. ársfundurin hjá Útnorðurráðnum verður settur.