Útreiðslurnar hjá føroyska heilsuverkinum til heilivág, rúka upp eftir. Tað vísir ein uppgerð, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum hevur gjørt.
Gunvør Balle, tingkvinna hevur spurt hann, hvussu gongdin er í útreiðslunum til heilivág og uppgerðin hjá Landsstýrismanninum vísir, at seinastu sjey árini, eru útreiðslurnar næstan trífaldaðar.
Karsten Hansen sigur, at í 2008 brúktu føroyska heilsuverkið heilivág fyri 90.063 milliónir krónur.
Av hesum eru útreiðslurnar hjá sjúkrahúsverkinum, 32.993 milliónir krónur, og útreiðslurnar hjá Sjúkrakassanum, ella Heilsutrygd, sum tað nú eitur, 57.070 milliónir krónur.
Síðani eru útreiðslurnar til heilivág hækkaðar á hvørjum ári, og í fjør vóru tær komnar heilt upp í heilar 118.843 milliónir krónur.
Serliga eru tað útreiðslurnar hjá sjúkrahúsverkinum, sum eru hækkaðar, tí tær komu heilt upp á 55.884 milliónir krónur í fjør. Hinvegin eru útreiðslurnar hjá Sjúkrakassanum, ella Heilsutrygd, komnar upp á 62.959 milliónir krónur.
Og goingdin sær út til at halda sær í ár, tí fyrsta ársfjórðing í ár, brúktu vit heilivág fyri 32.263 milliónir og heldur tann gongdin sær, verða útreiðslurnar góðar 129 milliónir í ár, ella slakar 40 milliónir krónur hægri enn í 2008.
Av teimum, hava sjúkrahúsini brúkt heilivág fyri 15.597 milliónir krónur og Heilsutrygd hevur brúkt 16.666 milliónir upp á heilivág.
Karsten Hansen sigur, at tað eru serliga til fýra bólkar av sjúkum, útreiðslurnar eru hækkaðar.
Í fyrstu syftu er talan um útreiðslur til nýggjan, lívfrøðiligan heilivág fyri húð- og giktasjúkur.
Annars er talan um útreiðslurnar til nýggj sløg av heilvági fyri blóðtøpp og heilivágur fyri prostata-krabba. Somuleiðis eru útreiðslurnar til heilivágur fyri týpu 2-diabetes, nógv hækkaðar.
Hinvegin eru útreiðslurnar til heilivág fyri høgum kolesteroli munandi lækkaðar síðan 2008. Í veruleikanum eru tær farnir niður í helvt, úr 5.649 milliónum, niður í 2.776 milliónir í fjør. Hetta er fyrst og fremst tí at prísurin er lækkaður við tað, at einkarrættir til heilivág eru dotnir burtur, og bíligari, eftirgjørdur heilivágur er komin á marknaðin.
Sama rákið er galdandi fyri heilivág til tær flestu lívsstílssjúkurnar, sigur Karsten Hansen.