Útróðrarbátar hava vánaligan fiskiskap

Hóast veðrið verður gott í næstu viku, og streymurin linkar, verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri, tí tað er einki at fáa í løtuni.

Volunteer við bryggju á Toftum við góðum fongi. Myndin er nakrar fáar vikur gomul.

Tvey ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum. Bæði skipini eru á Føroyabanka, og tey koma inn at landa í vikuni sum kemur.

 

- Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Sjey frystilínuskip eru eisini til fiskiskap, fýra eru í Eysturgrønlandi og trý undir Føroyum. 

 

Streymurin verður harður fyrst í næstu viku, men batnar, sum vikan gongur. 

 

- Veðrið verður gott, men vit vænta ikki nógvan útróður, tí fiskiskapurin er so vánaligur í løtuni, verður lagt aftrat.

 

 

 

Volunteer við bryggju á Toftum við góðum fongi. Myndin er nakrar fáar vikur gomul.