Útróðrarbátar gera línuroyndir á Føroyabanka

- Tað er nógv hýsa at fáa, og her er eisini væl av eitt nú longu, men framvegis bendir mangt á, at lítið er av toski á Bankanum, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.

Eigarin og skiparin á Brandi er fiskiklógvin, Janus Sørensen, sum nú ger royndir á Føroyabanka.

Í juli og august hava útróðrarbátarnir, Anru og Stakkavík, gjørt línuroyndir á Føroyabanka fyri Havstovuna, og nú eru tað útróðrarbátarnir, Fiskivarði og Brandur, sum eru á Bankanum - eisini fyri Havstovuna. Havstovan fær allar upplýsingar um túrarnar, og tí vísa teir, sum gera hesar fiskiroyndir, til Havstovuna - og vilja ikki siga nakað serligt sjálvir um royndirnar. 

 

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, sigur, at talan er um línuroyndir, sum Havstovan og Fiskimálaráðið hava avtalað, og leisturin er, at tveir útróðrarbátar í senn kunnu gera nakrar túrar á Bankanum. Tað eru útróðrarbátar, sum gera hesar royndir um summarið og um heystið, men tá vit koma longur út á heystið og veturin, fara eisini onkur størri línuskip á Bankan.

 

Undanfarin ár hava línuskip gjørt royndir á Føroyabanka fyri Havstovuna, og millum hesi eru eitt nú ísfiskalínuskipið Sandshavið og frystilínuskipið Ågot. Onnur línuskip hava eisini royndarfiskað á Bankanum. Lítli garnabáturin Gudrun hevur í summar eisini gjørt royndir við gørnum fyri Havstovuna á Bankanum. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, vísir á, at ymisku royndirnar fara at halda fram.

 

- Vit fáa øll tøl frá hesum royndum, men nú tað hevur verið feriutíð, eru tølini ikki endaliga greinað enn. Fyribils vísa úrslitini, at tað framvegis er nógv hýsa á Føroyabanka, og her er eisini væl av eitt nú longu. Tað er serliga toskurin á Føroyabanka, sum hevur stóran áhuga, men her bendir mangt á, at lítið framvegis er til av toski, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.

 

Ofta verður spurt, tá línuroyndir vera gjørdar á Bankanum, um skip og bátar sleppa at fiska, sum tey vilja - og har tey vilja, og tað sleppa tey sambært fiskifrøðinginum í prinsippinum. Avtalan millum Havstovuna og teir, sum gera línuroyndir, er, at línustubbar vera settir, sum eru einar fýra til seks fjórðingar til longdar. Tá hetta eru royndir, er sjálvandi eisini avgerandi, at royndirnar verða gjørdar víða um Bankan.

 

- Eg vil siga tað soleiðis, at tað eru ongar avmarkingar um, hvar skip og bátar kunnu royna, men sjálvandi leggja vit ikki upp til, at tað bara verður fiskað í avmarkaðum økjum, men kring um á Bankanum. Er tað soleiðis, at skip ella bátar koma í tosk, hevði tað sjálvandi ikki verið rætt at verið liggjandi í toskinum - og ikki flutt seg á aðrar leiðir, sum eisini er partur av royndunum.

 

Petur Steingrund sigur, at tá bæði skip og bátar gera línuroyndir víða um á Føroyabanka, fæst sjálvandi ein rímiliga góð mynd av, hvussu støðan hjá toskinum og øðrum fiskastovnum er. Hann væntar, at tey neyvaru tølini frá royndunum, sum bæði Anru, Stakkavík, Fiskivarði og Brandur hava gjørt og framvegis gera, verða tøk einaferð seinni í heyst.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Eigarin og skiparin á Brandi er fiskiklógvin, Janus Sørensen, sum nú ger royndir á Føroyabanka.

Teir, sum reka Stakkavík, eru royndir útróðrarmenn. Mynd: Símun á Høvdanum