Alt bendir á, at broyting er á veg, tá ræður um veiði eftir toski á innaru leiðunum. Lítið hevur verið at fingið av útróðrarfiski í fleiri ár, bæði av toski og hýsu, og tað eru bert einstakir útróðrarmenn, ið hava fingið tað at bera til.
Men, nú frættist javnan frá góðum línudøgum, bæði norðan fyri og sunnan fyri og eisini á miðøkinum í Føroyum. At góðir útróðrardagar nú javnan vera gjørdir víða um, kundi verið eitt tekin um, at batar eru fyri stavn.
Herfyri frættist um rættiliga góðar dagar við línu norðan fyri, og í vikuni frættist eisini um góðar útróðrardagar hjá bátum í Vági. Skálvíkingar hava eisini verið onkran línutúr, sum hevur eydnast rímiliga væl.
Viðhefta mynd er av Carl August Arge, sum plagar at vera á floti og javnan selur fisk á marknaðarplássinum í Vágsbotni. Henda dagin, tá myndin er tikin, letur hann væl at. Hann fekk væl av toski, stórum, góðum og feitum fiski.
- Fiskurin er sera væl fyri. Hann er rundur og feitur við góðum rognum, sigur Carl August Arge á sínari facebook-síðu í vikuni.
Tá In.fo herfyri skifti orð við raska útróðrarmannin av Oyri, Sámal Debes, sum eigur og rekur útróðrarbátin, Gordrúgvan, segði hesin, at fiskurin er spikafeitur - ja, trillrundur, sum hann tók til.
At meira útróðrarfiskur er at fáa nú, er hugaligt hjá teimum, sum rógva út, og tað er ikki minni hugnaligt, at fiskurin eftir øllum at døma eisini fær nóg mikið at eta. Nú er bara eftir at vóna, at eisini hýsan fer at gerast ein størri partur av veiðini.