Tað er skálamaðurin, Sjúrður Joensen, sum eigur og rekur útróðrarbátin Falkin. Falkurin er ein Scania Plast 33, sum er longdur upp í einar 37-38 føtur. Sjúrður var sjómaður í eini 20 ár. Hann keypti sær útróðrarbát í ár 2000 og hevur nú róð út í eini átta ár burturav.
Í einum egningarskúri á Skála standa einir 6-8 mans og egna, flestu pensjónistar, harav hin elsti er eini 86-87 ár. Egnararnir fáa 140 krónur fyri hvønn stampin, og ikki minst fyri teir gevur útróðurin hjá Falkinum degnum eitt sosialt innihald.
Sjúrður Joensen sigur, at tveir eru á bátinum, tá farið verður til útróðrar, og vanliga seta teir einar 30-34 stampar hvørja ferð. Men, eru dagarnir fáir, og tað so viðrar onkra løtu, fara teir kanska við 40 stampum.
- Veðrið hevur verið sera ólagaligt í vetur, og útróðrardagarnir hava verið hareftir. Men, tað hevur verið væl av fiski at fingið - ikki bara í vetur, men sum heild síðan eg byrjaði at rógva út.
Hann vísir á, at nógvar útróðrardagar hava teir havt meira enn 200 pund á stampin, og veiðan hevur verið ein blandingur av toski og hýsu. Nú fer hýsan at taka seg út frá landi, men hon kemur vanliga inn ímóti aftur í mai.
Sjúrður hevur fingið sær eina línutrumlu í bátin, sum hann og makkarin fara at brúka um sumrarnar til veiði eftir kalva og øðrum stórum fiski, eitt nú longu, brosmu, skøtu og stórum toski.
- Á trumluni er nylonlína, og einir 10 favnar eru millum stóru húkarnar. Hetta er lutfalsliga bílig drift, tí meðan vit seta, egna vit vanliga við brosmu og øðrum fiski, sum vit fáa á línuna.
Hann sigur, at ein útróðrarferð við línutrumluni gjarna varar í hálvt annað samdøgur, har línan verður sett og drigin tvær ferðir, og í fjør summar eydnaðist á onkrum slíkum túri at fiska fyri stívliga 100.000 krónur.
Sjúrður Joensen sigur, at fiskurin, sum teir hava fingið á vanligari línuveiði í vetur, hevur verið spikafeitur, góður og fullur í livur.
- Jú, eg haldi avgjørt, at útróðurin hevur eina framtíð. Hóast tað hevur viðrað illa, hava vit higartil í ár fiskað fyri eina góða hálva miljón, og veiðivirðið hjá okkum seinnu árini hevur ligið báðumegin tríggjar miljónir krónur um árið, sigur dugnaligi útróðrarmaðurin á Skála.
Viðhefta mynd er tikin uttan fyri egningarskúrin hjá útróðrarbátinum Falkinum, har havnarmeistarin hjá Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, er komin fram við at forvitnast. Maðurin, ið prátar við Tobba, er ein av egnarunum.