Útseld í nógv ár – nú fæst Í geyma í øktari útgávu

Í ár eru 25 ár liðin, síðan Bókadeild Føroya Lærarafelags fekk eitt handrit á borðið frá einum ungum manni, sum tá var eitt óskrivað blað á føroyska bókmentapallinum.

Dánial Hoydal eitur hann, og síðan tá hevur hann sýnt síni skrivikynstur í leikritum, operatekstum, kantatum, stuttsøgum, yrkingum – og barnabókum ikki at gloyma. Handritið, sum Dánial læt Bókadeildini, kom út sum barnabók í 2002 undir heitinum Í geyma. Dánial minnist væl ta fyrstu viðmerkingina hjá Niels Jákupi Thomsen, stjóra á Bókadeildini, tá ið teir viðgjørdu handritið: „Ja, hetta kann ongantíð umsetast!‟ Bókin er ein skemtilig og forvitnislig ferð inn í tað løgna landið, sum eitur í Geyma, har vit hitta Tíðindafróða, Roksimalenu, Hermus, Klikkheys og nógvar aðrar løgnar verur við hugvekjandi nøvnum. Hanni Bjartalíð, listamaður, myndprýddi Í geyma við stuttligum og undarligum myndum, sum mong munnu kenna aftur.

 

Í geyma bleiv sera væl umtókt, og bæði stórir og smáir lesarar tóku bókina til sín. Kenda bókin bleiv enntá gjørd um til ein øran sangleik í 2008. Í eitt áratal hevur bókin verið útseld, og Dánial sigur við Bókadeildina, at fólk í fleiri ár hava spurt eftir einum framhaldi av henni. Hetta er ikki nøkur hissini uppgáva, men nú kunnu lesarar í øllum førum gleða seg til endurútgivnu Í geyma, sum er økt við einum spildurnýggjum kapitli. Í hesum kapitlinum lesa vit um bæði gamlar og nýggjar verur, sum skipa fyri einari stórari fagnaðarveitslu, nú 25 ár eru farin síðan hin tiltikna veitsludøgurðan hjá Roksimalenu og Grenjisurruni.

 

##med2##

 

Nýggja útgávan av Í geyma er 186 síður og fæst til keyps í bókahandlum kring landið longu nú. Hanni Bjartalíð hevur myndprýtt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags givið út.