Atgongumerkini til eykasýnginarnar til Fólk og Dólgar í Kardamummubýi, sum vóru sett til sølu í morgun, vóru útseld longu eftir einum tíma.
Sjey eykasýningar vóru settar á skrá, eftir at upprunaligu sýningarnar vóru so gott sum útseldar beinanvegin, tá tær vóru settar til sølu týsdagin.
Longu klokkan hálvgum níggju stóðu fleiri fólk í bíðirøð og klokkan níggju, tá dyrnar lótu upp, taldi røðin gott og væl 100 fólk.
Fólk aðra staðni í landinum hava gramt seg, um at tað var ógjørligt at fáa fatur á Visit Tórshavn, ið selur atgongumerkini, umvegis telefon. Havnar Sjónleikarafelag sigur, at tey arbeiða við at finna onkra loysn, so at fólk, ið búgva aðra staðni, eisini hava møguleika at keypa sær eitt atgongumerki, uttan at muga koyra til Havnar at stilla seg í kø.
Meiri verður at frætta um eykasýningar seinni.