Grundlógardag og sunnudagin eftir hendan hevur Todi Jónsson serliga fótbóltsvenjing í Leirvík.
Talan er um sonenvda mini-camp, har 16 ungir føroyskir spælarar fáa møguleika at fáa servenjing frá kanska størsta føroyska fótbóltsnavninum nakrantíð. Talan er um hálvanannan tíma venjing teir báðar dagarnar, og eftir venjingina sunnudagin verður eisini talan um fyrilestur, har Todi greiðir frá, hvussu tú kanst arbeiða við at betra tínar egnu førleikar, og hvussu tú best fyrireikar teg til dyst.
Og eingin ivi tykist vera um, at áhugin at venja undir Toda er stórur. 16 pláss vóru á skeiðnum, og eftir at Todi hevði lagt møguleikan út á Facebook-vangan hjá sær, gingu bara einir 5-6 tímar, áðrenn øll plássini vóru seld.
Sjálvur tykist Todi eitt sindur bilsin um, at tað gekk somikið skjótt at fylla sessirnar. Í øllum førum sigur hann, at hann nú umhugsar, um hann skal skipa fyri einum líknandi skeiði afturat. So hjá teimum, sum hava áhuga, er bara at halda eyga við, hvat fyriferst á almenna Facebook-vanganum hjá Toda.