15. juli komandi ár hava australsku rocklegendurnar úr AC/DC konsert í Roskilde.
Atgongumerkini vórðu sett til sølu, og tað stóð ikki á at selja. 55.000 atgongumerki vóru tøk, og tað tók bara tveir tímar, so vóru hesi seld. Samlaði kostnaðurin fyri atgongumerkini var 39 mió kr., so illa ber til at staðfesta annað, enn at AC/DC hevur ein bæði stóran og trúgvan fjepaparaskarða í Danmark.