Hetta heldur Tummas Arabo, fyrrverandi landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður nøkur av teimum mest týðandi í 90-unum, tá bankamálið varð veruleiki.
Hann heldur ikki, at fyrningarfreistin eigur at vera nakar trupulleiki. Tí har kann ein lata Fíggingargrunnin stevna. Hetta verður vanliga gjørt í Danmark, har talan hevur verið um ?selskapstømara? málini. Har verður stevnt proforma og so dettur fyrningarfreistin burtur.
Tummas Arabo sigur, at hóast ein partur av bankamálinum er jura, so er nógv tann størsti parturin politiskur, og har mugu samráðingar til. Tær skal tú taka tær tíð til. Skuldin fer ongan veg.
Bæði landsstýrið og stjórnin eiga at fáa tíð til at fyrireika seg til hesar samráðingar sigur Tummas Arabo og vísir á, at danska stjórnin skal koma uppá pláss eftir valið og sama er galdandi fyri eitt nýtt landsstýri eftir løgtingsvalið.
-At fara til Danmarkar við einum frustreraðum løgmanni á odda dugir ikki.
Tummas Arabo heldur tað annars vera í lagi, at formaður javnaðarfloksins tosar við sín kollega í Danmark. -Hann hevur verið í Danmark fyri at vita, hvørjar linjurnar eru hjá sínum partamanni í Danmark í komandi Føroyapolitikkinum umframt at fáa greiðu á nakrar av teimum stóru spurningunum, sum liggja fyri Føroyar.
-Tað er rætt at royna at ávirka danskar politikarar, soleiðis at teir reka ein fyri Føroyar skilagóðan politikk. Jóannes Eidesgaard skal sjálvandi ikki fara undir beinleiðis samráðingar við danir. Tí hetta er eitt mál millum landsstýrið og ríkisstjórnina, men sjálvandi skal hann ávirka tann positiva vegin og ikki sita í fólkatinginum og rópa ókvæmissorð eftir dønum soleiðis sum Óli Breckmann hevur gjørt tað.
Tummas Arabo sigur, at Óli Breckmann fullkomiliga hevur misbrúkt sín leiklut í fólkatinginum. Hann átti at vitað, hvat fór at henda longu í 1993, tá hann stuðlaði Schluterstjórnini.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin heldur tað eisini vera sera umráðandi, at samráðingarnar við bretar ikki steðga upp. -Har áttu vit at sagt við donsku stjórnina, at hon eigur at fyrireika eina rundu við bretsku stjórnina, soleiðis at vit beint eftir eitt løgtingsval kunnu taka málið upp.
Tummas Arabo heldur tað er umráðandi at fáa skil á, hvat vit kunnu bjóða út uttan at koma í eitt stríð við bretar.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin og tingmaður hjá javnaðarflokkinum í Norðstreymoy hevur einki ímóti at fara upp í politikk aftur. Ynskir felagið í Norðstreymoy at stilla seg uppaftur til løgtingsval, so fer hann at taka av.