Íslendska meistaraliðið, Víkingur Reykjavík uttan ein meiddan Gunnar Vatnhamar tók ikki av í fyrru uppgerðini á heimavølli í triðja undanumfarinum í Conference League.
Á Víkingsvøllinum í Reykjavík megnaði Víkingur bert javnleik 1-1 móti estiska meistaraliðnum, Flora Talinn.
Víkingur var risastórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum, og eru tey sera vónbrotin í Víkinga-leguni.
Mark Anders Lepik legði Flora á odda í 21. minutti. Fimm minuttir undan steðginum javnaði Valdimar Þór Ingimundarson til 1-1.
Víkingur hevði seks royndir á málið hjá Flora, meðan Flora bert hevði tvær royndir á málið hjá Víkingi.
Morgunblaðið staðfesti, at tað var stórur saknur hjá Víkingi, at Gunnar Vatnhamar ikki var tøkur í kvøld.
Allar súðir eru tó ikki syftar enn. Komandi hósdag klokkan 17 spæla liðini returdyst í Talinn. Higartil í evropeisku dystunum hevur Víkingur staðið seg væl á útivølli.