Kyndil-H71 27-27 (10-15):
Enn er Kyndil ikki heilt úti úr FM-stríðnum, men tað fer at krevja nakað heilt, heilt serligt, skulu teir grønu triðja árið á rað spæla seg í FM-finaluna.
Javnleikurin móti H71 í gjárkvøldið bar nevnliga við sær, at Kyndil nú er fýra stig aftan fyri Neistan. Tveir dystir eru eftir at spæla, og hjá Neistanum kunnu uppgávurnar neyvan vera truplari, enn tær eru móti Kyndli og StÍF. Men við innanhýsis málroknskapinum í mentu, so skal Kyndil vinna dystin við 13 málum, skulu teir vinna seg framum Neistan í innan hýsis uppgerðunum.
Uttan Høgna
Kyndil hevði valt ikki at taka Høgna Klein og Josef Abrahamsen upp til dystin. Serstakliga hevur Høgni verið sentralur í endurreisnini, sum Kyndil hevur upplivað seinastu mánaðirnar, og tí kundi roknast við, at hetta fór at ávirka spælið.
At liðið so eisini misti Hjalta M. Jacobsen, gjørdi ikki støðuna betri, tí uttan hesar báðar var ilt at síggja, hvør skuldi binda spælið hjá Kyndli saman.
Fyri steðgin gekk mest sum alt eisini galið. Hoyvíkingar hava kanska einki at spæla fyri, men í eini grannauppgerð er tendringin altíð í topp, og tað fingu teir grønu at kenna.
Við fimm málum á muni í steðginum stóð greitt, at Kyndil skuldi sveiggja seg alvorliga upp, skuldu teir røkka nakrari finalu, og tað gjørdu teir so sanniliga eisini.
Rutsjutúrur
Tað tók teimum bert 10 minuttir at vinna seg framum H71, og so byrjaði gysarin hjá grønu áskoðarunum av álvara. H71 megnaði at svara aftur, hóast Kyndil hevði hug at leypa avsatð, og bara sjey minuttir fyi leiklok vóru gestirnir aftur trý mál frammanfyri.
Kyndil noktaði tó at sleppa, og áskoðararnir sluppu veruliga á ferð gjøgnum ein kenslusligan rutsjutúr seinasta minuttin. Fyrst fekk Hanus Johansen tveir fingrar frá dómarunum. Síðani misnýtti Johnny Durhuus brotskast fyri H71, og tá Rani Ellingsgaard so skoraði til 27-26, var fagnaðurin ovurstórur.
Ein fyrrverandi Kyndils-spælari setti tó ein ógvusligan steðg fyri øllum hesum. Niels Viggo Niclasen knústi í seinastu sekundunum vónirnar, tá hann sendi bóltin í netið til endaliga javnleikin.
Fakta um dystin
Kyndil-H71 27-27 (10-15)
10 min: 4-3
20 min: 6-11
40 min: 17-16
50 min: 21-21
Málskjúttar
Kyndil: Finnur Hansson 9(2), Hans Áki Dal-Christiansen 6(2), Rani Ellingsgaard 4, Ken Zachariassen 3(1), Janus Einar Sørensen 3, Hanus Johansen 2
H71: Dánjal Tórgarð 7, Janus Sørensen 6, Niels Viggo Niclasen 5, Johnny Durhuus 4(4), Halgir Dahl Olesen 2, Hans Kári Hansen 1
Brotskøst: Kyndil 7, H71 5
Útvísingar: Kyndil 6, H71 5
Diskvalifikatiónir: Kyndil 1 (3X2 minuttir), H71 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Birger Jensen
Mynd: Kyndil-H71
FM-vónin hjá Kyndli brast, tá teir ikki megnaðu at halda høvdinum kalt seinastu fáu sekundini av dystinum móti H71
Mynd: Álvur Haraldsen