Uttan koppseting er vandin átta ferðir so stórur

Tveir av trimum sjúklingum, sum eru innlagdir við koronu í Danmark, eru ikki koppsettir og millum tey, sum eru yngri enn 50 ár og innløgd, er næstan eingin koppsettur.

Tað vísa tøl hjá danska Heilsustýrinum, og tað er tíðindastovan Ritzau sum endurgevur.

 

Millum tey innløgdu, sum eru 50 ár og yngri, er næstan eingin koppsettur.

 

Hyggja vit eftir teimum, sum eru 65 ár og eldri, er næstan annar hvør koppsettur. 

 

Sambært Heilsustýrinum er vandin fyri at verða innlagdur við koronu umleið átta ferðir so stórur, um tú ikki ert koppsettur, sum hann er fyri tey, ið hava fingið tvær koppsetingar.

 

Útrokningarnar byggja á, hvussu nógvar innleggingar eru fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í bólkinum av ávikavist koppsettum og ikki-koppsettum.

 

Heilsustýrið skrivar sambært Ritzau, at tað serliga eru fólk í høgum aldri við viknaðari immunverju, sum gerast smittað, hóast tey hava fingið tvær koppsetingar.