Uttanlandsferðir í fólkaskúlanum eiga at verða gjørdar í Føroyum??

Fyri at gera eina langa søgu stutta, so haldi eg, at uttanlandsferðirnar í fólkaskúlanum eru vorðnar alt ov kostnaðarmiklar og óneyðugar.

Eg haldi, at vit áttu heldur at gjørt spennandi ferðir í Føroyum.?Sum eg dugi at síggja tað er týdningarmiklasta endamálið við ferðunum at samansjóða flokkin. Hetta kann gerast eins væl, ja, kanska betur í Føroyum. Vit eiga at læra okkara ungu, at tað er spennandi í Føroyum, at man kann hava eitt spennandi lív í Føroyum og spennandi upplivingar her. Vit eiga at læra okkara ungu hetta. Vit eiga ikki at læra tey, at skal man hava tað stuttligt, so skal man uttanlands. ?Hetta hevði eisini verið ein liður í arbeiðinum at læra okkara ungu, at Føroyar er eitt spennandi land at ferðast og liva í. Kanska fara tey at minnast aftur á hesar ferðir, tá tey umhugsa, hvørt tey skulu venda aftur til Føroya ella ikki, aftaná lestur.?Harafturat hevði tað sjálvsagt verið gott hjá føroysku ferða- og handilsvinnu og harvið fyri okkara búskap. Størri parturin av kostnaðinum av einari uttanlandsferð verður nevnliga lagdur eftir í útlandinum og ikki hjá føroyskum fyritøkum.?Man hoyrir um foreldur, ið mugu taka lán fyri at kunna gjalda uttanlandaferðir, ið kosta heilt upp í 8.500 kr. pr. barn. Havi enntá hoyrt um, at børn fara á skíferð og um ætlanir at fara til Ísrael við fólkskúlanæmingum. Tað er mikið spennandi og helst viðkomandi fyri onkrar flokkar, men eg haldi tó ikki, at hetta eigur at verða gjørt í fólkaskúlaregi. Tað virkar sum vit hava gloymt endamálið við ferðini.?Tað verður frá skúlans síðu lagt upp til, at tað er upp til foreldrini, men tað haldi eg er skeivt. Eg haldi at skúlin eigur at hava eina meining um hetta. Eg haldi, at skúlastjórar eiga at hava eina meining um hetta. Mentamálaráðið eigur eisini at hava eina meining um hetta. Tað er sera torført hjá foreldrunum at tala at, tá flokkurin arbeiðir við at fara uttanlands. Man vil sjálvsagt ikki, at barnið hjá sær, skal sita eftir. Og tað er eisini torført hjá tí einstaka flokslæraranum at standa ímóti. Hann/hon vil sjálvsagt ikki verða tann »óndi«. Tí børnini vilja sjálvsagt sera fegin avstað.?Kanska er longu onkur skúli, sum praktiserar hetta. Um tað er rætt, so latið okkum hoyra frá tykkum og fáa íblástur. Annars haldi eg, at Kommunuskúlin (tí eg havi børn har) átti at gingið á odda í hesum máli og soleiðis fingið aðrar skúlar við upp á tað.?Við hesum vóni eg, at kunna verða við til at skapa kjak um evnið, sum eg havi tosað við nógv foreldur um. Eg vóni at hoyra frá Mentamálaráðnum, skúlastjórum, lærarum og ikki minst foreldrum.

Ása Andreasen?, mamma at trimum dreingjum á 8 - 14 - 17 ár