Uttanríkispolitikkur

Tinghelluklumman
Thomas Arabo

Hvør og hvussu?

Uttanríkispolitikkurin kann útinnast av politikarum og embætisverki, hvør sær ella saman, alt eftir hvønn man hevur við at gera. Nú er neyðugt at vit leggja eina ætlan fyri hvussu vit koma at føra ein uttanríkispolitik innanfyri teir karmar, ið eru nýligani avtalaðir. Eingin ivi kann vera um, at handil og vinna mugu prioriterast. Møguleikin, ið vit nú hava fingið, má ikki avsporast av filosofiskum diskussiónum um at sleppa at sita til borðs við sjálvstøðugum londum, tað verði seg í Norðurlandaráði, ST, WTO o.s.fr. Harvið verður ikki sagt, at vit ikki skulu royna at ávirka ígjøgnum tær kanalir, vit nú einaferð hava - sjálvandi skulu vit tað.

Okkara amboð - embætisverkið.

Einasta sjálvstøðuga umboð, vit í veruleikanum hava uttanlanda, er viðskiftastovan í Keypmannahavn. Hon hevur eisini mangan verið góð. Sama kann sigast um umboðsstovuna í Aberdeen, hóast hon arbeiddi sum atknýtt donsku sendistovuni í London. Í okkara verð var tað tó eingin ivi um at Mr. Poulsen var okkara! Týdningurin av at hava føroyingar í donskum ministerium, má avgjørt ikki gloymast, og bæði Árni Olafsson og Einar Kallsberg sáli hava haft ómetaligan týdning sum ráðgevar fyri føroyskar politikarar og harvið føroyskum frambrotum á altjóða pallinum. Nú eru so nýggjar tíðir, og vit hava fingið umboðsfólk bæði í Bruxelles og London. Bæði støðini atknýtt donskum sendistovum.

Okkara amboð - politiska verðin.

Fyrst og fremst hava vit okkara Landsstýri, har Løgmaður sær út til at vera orðførandi í uttanríkismálum. Harafturat hava vit Uttanlandanevndina, ið er hægsti myndugleiki. Tað sum borgarin higartil hevur haft fatan av, er at størsti aktivitetur har, hevur verið at redigera brøv ímillum danir og Landsstýrið. Um tað er so, veit eg ikki, men givið er, at nú verður neyðugt at brúka kreftirnar aðrar vegir.

Samskipið okkara amboð!

Vit verða noyddir at samskipa okkara amboð, so tað, vit gera, maktar so væl sum gjørligt. Uttanlandanevndin og Løgmaður mugu saman seta út í kortið, hvussu farast skal fram mótvegis útheiminum, so okkara fólk hevur vinnumøguleika og kann tjena pengar uppá útlendskt virksemi. Avgerð má takast um hvørji geografisk økir, ið embætisverkið skal taka sær av, og hvørji politikarar skulu taka sær av, og hvar báðir partar skulu vera.

Føroyingar ov pjakutir og ov lítið samskipaðir.

Útlendingar trumla inn yvir landið, og útlendskur kapitalur verður slúsaður inn yvir Ìsland, og verða teir so tað nýggja harrafólkið. Íslendarar hava neyðuga áræðið, teir neyðugu karmarnar og skjótleikan. Uttanlandanevndin má standa saman og stinga út í kortið, og finna út av, hví tingini henda so seint. Hví koma til dømis okkara dupultskattasátmálar ikki uppá pláss? Duga vit ikki? Er tað embætisverkið, ið arbeiðir ov seint? Vit sita við einans trimum dupultskattasáttmálum uttanfyri Norðurlond - tað líkist ongum! Hví eru vit knappliga blivið útland mótvegis DANIDA, har vit høvdu góðar sáttmálar? Hví skifta vit umboðsmann í London, nú Ongland fær formansskapin í ES? Er neyðugt at broyta reglugerðir fyri at fáa samstarvið við russar at virka? Handilssáttmálin við Russland, hvar bleiv hann av? Skulu vit senda løgmann yvir at vitja Putin ella Fiskaríministaran? Russar dáma væl persónligt samband, og tí er tað nógv sum talar fyri at lyfta føroyska sambandið upp á eitt politiskt plan. Hvørjar diplomatiskar royndir byggir føroyska embætisverkið á? Er tað forsvarligt t.d. einans at rekruttera internt á Løgmansskrivstovuni, tá sendimenn skulu setast uttanlands?

Mugu ikki loyva útlendingum inn, uttan at føroyingar sleppa út

Jú, her er nokk at taka fatt uppá. Nú er neyðugt at politikararnir í Uttanlandanevndini vísa, at teir eru landspolitikarar, og ikki misnýta sítt mandat til egnar smáligar fyrimunir. Um Føroyar skal verða heimsins fremsta land í 2015, so mugu vit skunda okkum at fáa so nógvar fríhandilsavtalur og dupultskattavtalur sum gjørligt, so føroyskar fyritøkur og einstaklingar kunnu handla og virka uttanlands, sum vit føroyingar søguligani sæð hava dugað væl. Tí um føroyskir myndugleikar ikki fáa tingini uppá pláss, og fasthalda seinar og stirvnar skipanir, har alt tekur ár at fáa framt, so koma útlendingar at ota seg inn á alt, sum hevur virði her á landi, meðan føroyingar ikki hava sama møguleika uttanlands. Um einki hendur, so verða dyrnar inn til føroysk virðir tveittar á víðan vegg, meðan dyrnar hjá føroyskari vinnu mótvegis útheimin bert stendur á gloppi og kanska bert knappliga tað.