Danski uttanríkisráðharrin Anders Samuelsen hevur mist sín sess í Fólkatinginum. Tað er greitt nú endaligu atkvøðurnar eru taldar upp í Danmark.
Liberal Alliance hevur havt eitt marruval og minkaði úr 7,5 prosentum frá seinasti vali til 2,3 prosent í kvøld. Og hóast Anders Samuelsen er floksleiðari, er hann ein teirra, ið veljararnir hava vrakað. Tað skrivar Danmark Radio.
Flokkurin hevur nevniliga einki umboð fingið í Norðursælandi, har Anders Samulesen er uppstillaður, og greitt er, at økið ikki fær eitt útjavningarumboð
Tilsamans missur flokkurin 9 út av teimum 13 tingmonnunum, ið flokkurin hevði áðrenn valið. Ein annar profilur hjá flokkinum, ið má takka fyri seg, er Joachim B. Olsen, ið misti sín sess í Keypmannahavn.

Uttanríkisráðharrin fall

