Í dag fara uttanríkisráðharrarnir í USA og Kina at hittast. Teir eru Marco Rubio og Wang Yi.
Saman við umboðum úr øðrum londum eru teir á sonevnda Asean-toppfundinum í Kuala Lumpur í Malaysia.
Hetta er fyrstu ferð, at teir báðir hittast, síðan amerikanski forsetin, Donald Trump, tók við forsetaembætinum í USA á hesum sinni.
Amerikanski uttanríkisráðharrin er í Kuala Lumpur í samband við uttanríkisráðharrafundi í Asean.
Asean er ein suðurasiatiskur samstarvsfelagsskapur, og hesaferð eru tað uttanríkisráðharrar í limalondunum, sum eru á toppfundi.
Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í morgun.
##med2##
Í gjár hitti amerikanski uttanríkisráðharrin eisini russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov.
Her vísti Marco Rubio á útsagnir hjá Donald Trump, forseta, um russisku krígsførsluna í Ukraina, sum USA heldur má fáa ein enda.
Amerikanski uttanríkisráðharrin eftirlýsti viljanum hjá Russlandi at gera eina friðaravtalu, soleiðis at kríggið heldur uppat.