Útvið 5.000 fleiri um Suðuroyarfjørð í apríl

Í apríl mánað ferðaðust 27.008 fólk um Suðuroyarfjørð og er hetta 4.902 fólk fleiri enn í apríl 2021.

Í apríl mánað ferðaðust 27.008 fólk um Suðuroyarfjørð og er hetta 4.902 fólk fleiri enn í apríl 2021. Talið av bilum, sum fóru við Smyrli í apríl, var eisini munandi hægri enn í apríl í fjør – 10.026 bilar í apríl í ár í mun til 8.928 bilar í apríl í fjør, skrivar Suðurrás.

 

Hóast stóran vøkstur í bæði ferðafólki og bilum í apríl í ár samanborið við apríl í fjør, so hava færri ferðast um Suðuroyarfjørð fyrstu 4 mánaðirnar í ár, samanborið við í fjør. Í tíðarskeiðinum frá januar til apríl í ár ferðaðust 72.762 fólk um Suðuroyarfjørð í mun til 73.778 fólk í fjør.

 

Talið av bilum var eisini lægri í 2022 samanborið við fyrstu fýra mánaðirnar í 2021. Frá januar til apríl í 2022 fóru 31.369 bilar um Suðuroyarfjørð, meðan tað í 2021 vóru 32.333 bilar við Smyrli um Suðuroyarfjørð í nevnda tíðarskeiði, skrivar sudurras.fo.