Útvístu fólkini frá Sea Shepherd farin av landinum

Í morgun fóru tey bæði seinastu útvístu fólkini frá Sea Shepherd í Føroyum, av landinum.

Jógvan Páll Lassen, sakførari, váttar fyri in.fo, at tey bæði seinastu Sea Shepherdfólkini, ið vóru útvíst herfyri, fóru av landinum í morgun.

Sergio Toribio og Maggie Gschnitzer vóru tey bæði einastu dømdu, ið enn vóru í Føroyum, men fóru altso av landinumí í morgun.

 

Jógvan Páll Lassen váttar annars fyri in.fo, at avgerðin um at vísa tey seks dømdu av landinum, er kærd til danska løgmálaráðið.

 

Annars sigur hann, at rættarfundur verður í morgin um bátarnar og aðra útgerð hjá Sea Shepherd, ið løgreglan hevur lagt hald á.

 

Tá skal rætturin taka støðu til, um løgreglan hevði heimild at leggja hald á bát og útgerð, ella um Sea Shepherd skal hava útgerðina aftur.

 

Hósdagin skulu so hinir átta, ið vóru handtiknir í samband við grindadrápið á Sandi, fyri rættin.