Jólabygdin Æðuvík dregur nógv fremmanda fólk til bygdina. So nógv, at ferðslan meiri enn tvífaldast jólamánaðin, í mun til meðalferðsluna annars Sambært Landsverk er vanliga meðalferðslan 350 akfør um døgnið. Men ferðsluteljingin um jólini vísir heilt onnur tøl. Frá 30. november til 25. desember ferðaðust tilsamans 21.816 akfør til og frá Æðuvík. Í meðal er tað 873 um døgnið.
Við øðrum orðum meiri enn tvífaldaðist ferðslan til og frá Jólabygdini í jólamánaðinum.