Tað er eftir øllum at døma ikki nóg mikið, at fiskiloyvi verða forerd fyri einki, og at ein óbeinleiðis rakstrarstuðul verður latin við at minka trýstið á hýrur við skattalætta, men man skal so sanniliga eisini fáa milliónaupphæddir til gávus fyri at fiska ogn Føroya fólks.
Reinur stuðul til rakstur ella endurnýggjan av rakstrartólum uttan nýhugsan tænir ikki nøkrum endamáli, annað enn at varðveita núverandi eigarabygnað í høvuðsvinnu føroyinga. Lán hevði verið eitt sindur frægari, tí tað skal hóast alt gjaldast aftur. Uppskotið um ein grunn til endurnýggjan av fiskiflotanum byggir uppá eitt grundleggjandi prinsipp, nevniliga, at um onkur annar setir pening í eitt projekt, so vil viðkomandi eisini hava ávirkan. Ella sagt við øðrum orðum: Tann, ið skal gjalda, skal vera við til at valda. Ein møguleiki kundi verið at víðka núverandi Framtaksgrunn. Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er ein loysn, ið átti at appelerað til bæði høgra og vinstra í føroyskum politikki.
Tað stendur í hvussu so er fast, at tað stendur øllum reiðarum frítt at siga nei takk til partapening frá einum slíkum grunni. Er ein slík loysn ikki tað Reiðarafelagið hevur biðið um, so kunnu limir teirra frítt siga nei takk og tí sleppa undan at fáa fólk uttanifrá í nevndina í teirra felag.
Nú er tað soleiðis, at man letur reiðaríum fiskirættindi, tí mett verður, at hesi best duga at røkja føroysk áhugamál uppá ein skynsaman hátt. Megna núverandi reiðarar ikki hettar, uttan at landið skal traðka til við gávukekkum, so er spurningurin, um ikki aðrir áttu at sloppið framat. Tað eru óivað nógvir dugnaligir menn ella dugnalig feløg, ið fegin vildu fingið fiskirættindi, uttan at landið skal forera teimum 15% av íløguni ? hvør veit, kanska er onkur, ið enntá hevði klárað seg heilt uttan stuðul. Hettar fær man tíverri ongantíð at vita, tí man her á landi hevur havt tann sið, at landið spýtur í, hvørja ferð tað sansar at í fiskivinnuni. Letur man raksturin av flotanum ganga sína gongd uttan landsins uppíblandan, so verður lúkað út við fallittum, og aðrar kreftir sleppa framat sum rætt er, tá man tosar um ogn Føroya fólks.
Tann harmiligasta ávirkanin av einum stuðuli, ið verður latin sum reinur gávukekkur til øll reiðarí er, fyriuttan at flotin kann gerast ov stórur, at man straffar tey dugnaligu reiðaríini við at halda lív í teimum minni dugnaligu. Ansast má eftir, at man ikki endar í einari kongsbóndaskipan á havinum, har fiskiveiðurætturin gongur í arv, óansæð um reiðaríini eru væl rikin ella ikki, tí landið stuðlar somikið ríkiliga, at effektivur rakstur ikki er neyðugur. Pengar koma bert at ganga meiri í ring enn neyðugt er. Eitt samfelagstilfeingi sum fiskurin er, eigur at gagnnýtast á mest effektivan hátt til gagns fyri føroyska samfelagið, tí tað kann ikki sigast nóg ofta, at tað er Føroya fólk alt, ið eigur hettar tilfeingið.
Kanska ber til at fáa eina semju um hettar mál í Løgtinginum, tí uppskot Javnaðarfloksins kann fáa undirtøku frá Sambandsflokkinum og liggur ímillum gávukekkarnar hjá Fólkaflokkinum og null loysnina hjá Tjóðveldisflokkinum.