Víðagitin fólk halda við Liverpool og United

Tað er ikki smávegis av víðagitnum fólki, sum heldur við antin Liverpool ella Manchester United

Talt verður niður til dystin millum tey bæði mest vinnandi liðini í enskum fótbólti, Liverpool og Manchester United. Dysturin á Anfield leikvøllinum byrjar klokkan 20 í kvøld, og nógvir fjepparar kring heimin, eisini í Føroyum fara eisini at fylgja við á sjónvarpsskíggjanum.

 

Tað eru rættiliga nógv víðagitin fólk, sum halda við ávíkavist Liverpool og Manchester United. Norska TV2 hevur gjørt eitt yvirlit yvir víðagitin fólk, sum halda við hesum báðu søguríku fótbóltsliðunum.

 

Nøkur víðagitin fólk, sum halda við Manchester United:

 

  • Usain Bolt (Skjótasti maður í heiminum)
  • Justin Timberlake (Tónleikari og sjónleikari)
  • Megan Fox (sjónleikari)
  • The Game (rappari)
  • Enrique Iglesias (sjónleikari)
  • Rory McIlroy (golf-stjørna)
  • Ulrika Jonsson (sjónvarpsstjørna í Bretlandi)
  • Steve Coogan (komikari)
  • Richard Ashcroft (artistur)
  • Snoop Dogg (rappari)
  • Sean Connery (sjónleikari)
  • Orlando Bloom (sjónleikari)
  • Gordon Brown (fyrrverandi bretskur forsætismálaráðharri)
  • Bernard Hill (Game Of Thrones-sjónleikari)
  • Imogen Thomas (glamour-model)
  • Rihanna (artistur)
  • Floyd Mayweather (boksari)
  • Manny Pacquiao (boksari)

 

Nøkur víðagitin fólk, sum halda við Liverpool:

 

  • Brad Pitt (sjónleikari)
  • Angelina Jolie (sjónleikari)
  • Daniel Craig (sjónleikari)
  • Chris de Burgh (artistur)
  • Dr. Dre (artistur)
  • Lana Del Rey (artistur)
  • Michael Schumacher (Formel 1)
  • Halle Berry (sjónleikari)
  • Elvis Costello (tónleikari)
  • Mike Myers (sjónleikari og komikari)
  • Daniel Lewis (sjónleikari)
  • Caroline Wozniacki (tennisstjørna)
  • Liam Neeson (sjónleikari)
  • Samuel L. Jackson (sjónleikari)
  • Sven-Göran Eriksson (fotbóltsvenjari)
  • Billy Bob Thornton (sjónleikari)
  • Clive Owen (sjónleikari)
  • Gary Barlow (tónleikari)