Víðari útbúgving vegurin fram fyri sjúkrarøktina

-Vit sum bólkur mugu arbeiða saman, virða hvønn annan og hjálpa hvørjum øðrum! Vit mugu halda á at arbeiða fyri betraðum korum so vit varðveita og fáa fleiri at støðast í røktini. Vit mugu sameina gamalt og nýtt. Víðari útbúgving má vera vegurin fram fyri sjúkrarøktina. Skulu vit hava nakran møguleika at hækka støðið í okkara faki, mugu vit sjálvar vísa hvat vit duga til. Vit mugu lyfta í felag, ongin ger tað fyri okkum segði Jana H. Dalsgaard, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið

Ráðstevna


Fíggjadagin og leygardagin varð skipað fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at tað 1.okt. í ár vóru liðin 15 ár síðan Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar varð stovnað, og vit fingu sjálvstøðugt føroyskt fakfelag á fyrsta sinni, stívliga 40 ár eftir at føroyskar sjúkrasystrar á fyrsta sinni gjørdust partur av Dansk Sygeplejeråd. Í setanarrøðu síni vísti Jana H. Dalsgaard á, at nevndin helt hetta vera hóskandi høvið, til enn einaferð, at skipa fyri eini sjúkrarøktarráðstevnu og á henda hátt seta okkum øllum, ið varða av sjúkrarøktini stevnu, og at varpa ljós á sjúkrarøktina.

Hon vísti á, at endamálið við Ráðstevnuni var at lýsa, hvar sjúkrarøktin er í samfelagsligum høpi um okkara leiðir, og hvørjar framtíðarvónir eru fakinum viðvíkjandi, harav kemur so heitið ?sjúkrarøktin á vegamóti?. Forkvinnan í felagnum leit í fyrilestri sínum fyrst aftur um bak, og treiv í ein part av søguni hjá Felagnum, áðrenn hon nam við samtíðina og framtíðina.

Stóran týdning
Eftir at hava tosað um áhugaverdu søguna hjá føroyskum sjúkrasystrum og nú sjúkrarøktarfrøðingum helt Jana Dalsgaard fyri, at hesi 15 árini við sjálvstøðugum felag, hava havt alstóran týðning bæði fyri sjúkrarøktaryrkið og sjúkrarøktina. Umframt arbeiði at betra korini hjá sjúkrarøktarfrøðingum, hevur felagið, øll hesi árini, miðvíst virkað fyri menning, bæði av fakligum og organisatoriskum slag.

Hon vísti á, at eitt av aðalmálunum seinastu árini hevur verið nýggja útbúgvingin, har felagið eisini aktivt hevur verið við, frá byrjan. -Tað er ongin loyna, at vit eru stolt av, at tað eyðnaðist at røkka málinum, ið vit settu, at sjúkrarøktarfrøðingar eftir lokið prógv á føroyska skúlanum fáa bachelorheiti í sjúkrarøktarfrøði ? Bachelor og Science in Nursing?. Tó kann sigast, at enn er langt á mál. Lógin um nýggju útbúgvingina heimiðlar eftirútbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum útbúnar eftir eldri lógum

Sjúkrarøktin í dag
Og síðani nam hon við samtíðina og spurdi, hvar sjúkrarøktin er í dag?

- Jú, 55 ára langa felagssøgan eigur sín part av æruni fyri, at vit hóast alt, eru har vit eru í dag.Og tøkk fái tær, ið undan hava slóðað! Yrkissøga okkara byrjaði tó, longu væl áðrenn hetta, tá byrjað var at útbúgva í Føroyum. Tosa vit um sjúkrarøkt, tosa vit um eina prosess, sum krevur eitt framhaldandi samskifti við sjúklingin. Sjúkrarøkt snýr seg um, hvussu sjúkrarøktarfrøðingar og sjúklingar lýsa støðuna, sjúklingar eru í, hvønn tørv sjúklingar hava fyri røkt, felags mál fyri røktina, hvørji tiltøk sjúkrarøktarfrøðingar og sjúklingar taka til, hvørja vitan sjúkrarøktarfrøðingar hava fyri at ganga tørvinum fyri røkt á møti, og ikki at gloyma, at tey gera sær metingar um, um røktin ger sjúklinginum mun. Og forkvinnan í Sjúkrarøktarafelagnum sannaði orðini: - uttan sjúkrarøktardiagnosur, eingin sjúkrarøktarmentan.

Jana Dalsgaard vísti síðani á, at sjúkrarøktin ikki hevur best ynskiligu kor her hjá okkum og heldur ikki í grannalondunum er stórt frægari og undraðist hon samtíðis á politisku raðfestingina!

Annar trupulleiki er, at tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum alsamt økist! Samstundis sum krøvini til sjúkrarøktarfrøðingin og tørvurin á røkt økjast munandi.

Forkvinnan viðgekk tó, at viljin til at veita tilboð tykist tó, á ein hátt, at verða til staðar politiskt, sambýli til eldri og sálarliga veik verða útvegað, samdøgursrøkt verður sett á stovn, men politiskt hevur man ikki gjørt sær heilt greitt, hvat hetta inniber og hvat tað kostar.

Jana Dalsgaard vísit á, at sjúkrarøktarfrøðingar fyrr fyri stóran part vóru útbúnar til at vera hjálparfólk hjá læknunum. Men í 50.unum broyttist hetta og fóru serliga enskir og amerikanskir sjúkrarøktarfrøðingar at lesa á hægri lærustovnum, og hetta gjørdi teir førar fyri at fara undir eitt miðvíst arbeiði, at menna sjúkrarøktarvísund, gera teoriir, skriva bøkur um sjúkrarøkt, so sjúkrarøktin kundi gerast eitt sjálvstøðugt fak. Sjúkrarøktin, sum fyrr bygdi mest á náttúruvísund, gjørdist tá ástøðiliga grundað. Útbúgving her hjá okkum er nú eisini komin á hægri støði, men enn er stórur tørvur á víðari útbúgving og eftirútbúgvingum.

Framtíðin
Hvat er so til ráða at taka spurdi forkvinnan í Sjúkrarøktarfelagnum! Og hon hevði sjálv eitt boð.

-Størri dentur eigur at verða lagdur á at arbeiða við fyribyrging og heilsufremjan.
Stóra avbjóðingin er at møta ?informeraða sjúklinginum har hann er?. Arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur í dag snýr seg um at veita eina nútíðarliga, dygdargóða sjúkrarøkt og at menna yrkið. Til hetta krevst ein dagførd vitan, meiri útbúgving og gransking!
Initiativið má fyrst og fremst koma frá okkum sjálvum, hóast arbeiðsgevarin hevur skyldu til at skúla okkum til broyttar uppgávur.

Og Jana Dalsgaard helt fram: -Vit sum bólkur mugu arbeiða saman, virða hvønn annan og hjálpa hvørjum øðrum! Vit mugu halda á at arbeiða fyri betraðum korum so vit varðveita og fáa fleiri at støðast í røktini. Vit mugu sameina gamalt og nýtt. Víðari útbúgving má vera vegurin fram fyri sjúkrarøktina. Skulu vit hava nakran møguleika at hækka støðið í okkara faki, mugu vit sjálvar vísa hvat vit duga til. Vit mugu lyfta í felag, ongin ger tað fyri okkum segði forkvinnan í Sjúkrarøktarafelagnum og lýsti ta 4. Heilsu- og Sjúkrarøktarráðstevnuna at verða settað. (Meira um ráðstevnuna í komandi blað)