Landsliðsprát
Síðani hann kom á føroyska landsliðið, hevur leiðin hjá Johan Byrial Hansen verið á leið inn og út av liðnum. Millum annað noyddist hann at víkja eftir frálíkt avrik í Luksemburg, og hann viðgongur eisini, at hann var ógvuliga vónbrotin eftir tann dystin.
Leygardagin var hann tó aftur millum teir fyrstu ellivu, og einki er at taka seg aftur í, at hann var millum teirra, sum stóðu sera sterkir í myndini.
- Tað má mann so bara taka, sum tað kemur. Tað er ikki annað at gera enn at royna sítt besta. Tað var eitt stórt vónbrot, at eg ikki slapp at spæla í Moskva, eftir at hava spælt allan dystin í Luksemburg, men sum sagt, so hevur venjarin seinasta orðið.
Hetta gongur eisini aftur, tá vit spyrja, um avrikið leygaragin var nóg gott til at tryggja eitt pláss í byrjunaruppstillingini mikudagin.
- Tað vóni eg sjálvandi, men sum sagt, so hevur Allan seinasta orðið at siga hesum viðvíkjandi.
- Sjálvur eri eg tó hampuliga væl nøgdur um avrikið, men tað skerst ikki burtur, at tað er keiðiligt, at teir skulu skora so seint í dystinum., Soleiðis er tað bara við fótbólti, og vit mugu bara hyggja frameftir. Møguliga kunnu vit gera tað betri mikudagin, eru seinastu boðini frá Johan Byrial Hansen