VÍF aftur á beint

Hondbóltur - VÍF hevði ikki vunnið í seinastu trimum royndunum, tá vestmenningar komu aftur á beint í gjár

VÍF vann greitt og uppiborið á StÍF. Úrslitið var 28-15.
Vestmenningar fóru frá gestunum í fyrra hálvleiki, og munurin bara øktist við tíðini.
Magnus Muller, VÍF, var toppskjútti. Hann skeyt átta av málunum.
Leivur Justinussen skeyt flest mál fyri StÍF. Hann fekk sjey mál.
Við sigrinum lyftu vest­menn­ingarnir seg upp um StÍF á stigatalvuni. VÍF er nummar fimm við fimm stig, og StÍF nummar seks við fýra stigum.