Hondbóltur
Tað var mest sum seinasta útkall. Eitt tap í Vestmanna bar við sær, at H71 var fýra stig aftan fyri bæði VÍF og Neistan, og tí vóru krøvini til hoyvíkingar eirindaleys sunnudagin. Og uppgávan gjørdist ikki lættari av, at H71 nú skuldi reisa seg eftir tvey tap á rað í lands- og steypakapping.
Staðfestingin er, at H71 reisti seg. Sæð burtur frá fáu fyrstu minuttunum, har fleiri stórir møguleikar vórðu misnýttir, so vóru tað gestirnir, sum stóðu fyri undirhaldinum.
Miðskeiðis í hálvleikinum lupu teir av álvara avstað, og eftir hetta var ongan tíð nakar vegur aftur hjá VÍF. Ikki minst, tá teir eisini mistu Áka G. Olsen, sum noyddist av vøllinum við reyðum korti frá dómarunum. Seinastu 12 minuttirnar undan steðginum fór H71 frá 9-10 til 10-16 á talvuni, og eftir steðgin góvu teir ongan tíð nøkur sum helst tekin um, at teir ætlaðu sær at slaka.
Vestmenningar royndu at tátta nakað, men tá gestirnir aftur skoraðu fýra ferðir á rað miðskeiðis í seinna hálvleiki, stóð stórsigur málaður á talvuni.
Kærkomin steðgur
Og so kann bara staðfestast, at hoyvíkingar so ruddiliga enn eru partur av oddastríðnum í deildini.
Seinastu umførini hava víst, at finalistarnir í FM-kappingini helst skulu finnast millum Neistan, VÍF og H71. Enn eru hoyvíkingar á triðja plássinum í hesi kappingini, men Neistin og VÍF hava ein dyst sínamillum tilgóðar, og tá verður tað neyvan so, at báðir partar fara av vøllinum við fleiri stigum.
Og við bæði Halgir Dahl Olesen og Johnny Durhuus á skaðalistanum, kann jólafrítíðin væl merkja, at tað verður eitt styrkt H71-lið, sum kemur á vøllin hinumegin ársskiftið.
Hjá VÍF kemur jólaferian eisini væl við. Eftir at hava havt fullar snúningar mest sum alt kappingarárið, kom av álvara stígur í, tá teir í vikuni – sum vant – máttu lúta fyri StÍF í steypakappingini.
Stórtapið sunnudagin bendir eisini á, at ein lítil steðgur nú av álvara er tiltrongdur. Hesa ferð var tað bert Sámal Joensen, sum tað glógvaði í, og tað er ov lítið, tá tikist verður við tey stóru í deildini.
Fakta um dystin
VÍF-H71 25-33 (10-16)
10 min: 5-5
20 min: 9-11
40 min: 16-22
50 min: 19-26
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 13(6), Niels Andreasen 3, Karl Johan Djurhuus 3, Joen Pauli Høgnesen 2, Rúni Joensen 2, Agnar Joensen 1, Jákup Suni Andreasen 1
H71: Dánjal Tórgarð 8(3), Janus Sørensen 6, Esbern Patursson 5, Gunnar Bláberg 4, Poul Kjartan Dam 4, Danni Syhler 2, Regin Joensen 2, Bárður Brimvík 1, Niels Viggo Niclasen 1
Brotskøst: VÍF 8, H71 4
Útvísingar: H71 3
Diskvalifikatión: VÍF 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen