VÍF basti Søljuni

Mest óvæntaða úrslitið kom í Vestmanna, har Søljan misnýtti átta brotskøst

Sunset-kappingin

Tað tykist, sum ætlar Stjørnan at minka munin í málum til VB niður í einki. Í øllum førum var eingin sum helst slingur í valsinum, tá Stjørnan skírishósdag vitjaði StÍF, sum annars hevur givið meistarunum stórar trupulleikar í ár. Somikið stórar, at júst dystirnir móti StÍF hava verið sera dýrir, tá tosast skal um fyrimunin, sum VB hevur í málmuni.
Og Stjørnan skal vinna stórt mest sum hvørja ferð, um teimum skal eydnast at fáa VB aftur. VB hevði hesaferð vitjan av Neistanum, ið helst er einasta liðið, sum kann arga oddin, men tað eydnaðist so ikki hesaferð, tó at Neistin argaði fyri steðgin. Eftir steðgin kom VB fyri seg, og so settu tær alt upp á pláss.
Mest óvæntaða úrslitið kom í Vestmanna, har tað eydnaðist VÍF at basa Søljuni. Tað skuldi tó framúr málmansspæl til, áðrenn stigini vóru vís, og millum annað mátti Søljan finna seg í, at ikki færri enn átta av 12 brotskøstum vórðu misnýtt fyri teirra viðkomandi.
Seinasti dysturin stóð millum Kyndil og Tjaldur, og her vann Kyndil ein tryggan sigur á Tjaldri, sum altso framvegis er stigaleyst í botninum.

Fakta um dystirnar
StíF-Stjørnan 15-44 (9-20)
Málskjúttar
StÍF: Poula D. Olsen 6(1), Malan Petersen 2, Sunfríð B. Jacobsen 2, Rebekka Justinussen 2(2), Rósa Johannesen 1, Paula B. Høgnesen 1, Bára S. Danielsen 1
Stjørnan: Katarina Stepanov 12(4), Bára S. Klakstein 9, Anna Kristina Samson 7, Una Olsen 7, Annika Ljósstein 5(1), Alina Olaru 4
Brotskøst: StÍF 4, Stjørnan 7
Útvísingar: StÍF 6, Stjørnan 3
Diskvalifikatión: StÍF 1 (3X2 minuttir)

VÍF-Søljan 27-25 (13-15)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 8(3), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 8(2), Finngerð Jensen 4, Alis Høghamar 3, Linda Johannesen 3
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 14(4), Una á Steig 2, Lina Andriulyte 2, Kristianna Petersen 2, Heidi Maria Akselsen 1, Fía Selma Nielsen 1, Hertja Simonsen 1, Petra Thomassen 1
Brotskøst: VÍF 9, Søljan 12
Útvísingar: VÍF 5, Søljan 4
Diskvalifikatión: Søljan 1 (3X2 minuttir)

Kyndil-Tjaldur 27-12 (10-7)
Málskjúttar
Kyndil: Linda Weihe 12, Ann Mari Wang 5(3), Randi Wardum 4, Ronsa Mikkelsen 2, Halla Midjord 1, Anya Midjord 1, Aydna Apol 1, Hildur Høghamar 1
Tjaldur: Jacoba Langgaard 4(2), Heidi Sevdal 3, Lív Klein 1, Anni Højgaard 1, Anna Hansen 1, Hanna Isaksen 1, Kirstin Jacobsen 1
Brotskøst: Kyndil 4, Tjaldur 2
Útvísingar: Tjaldur 2

VB-Neistin 29-23 (14-15)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 8(4), Aukse Vysnaiskaite 6, Rannvá Augustinussen 5, Christina Holm 4(1), Gurið Mortensen 3, Laila Jespersen 2
Neistin: Ása á Neystabø 5, Marjun Tróndarson 4(1), Jórun Ludvík 4, Lív Sørensen 3, Simona Petersen 3, Annika Thomsen 2(1), Kára á Dunga 2
Brotskøst: VB: 8, Neistin 5
Útvísingar: VB 2, Neistin 2