VÍF byrjar av nýggjum

StÍF staðfesti sunnudagin, at tær aftur verða partur av Sunset-kappingini komandi kappingarár. Eitt nýtt VÍF lið tykist samstundis ásanna, at tær byrja mest sum av nýggjum

Hondbóltur

Kvinnuloiðið hjá VÍF má sigast at hava sett punktum fyri sínum kanska besta tíðarskeiðið í fremstu røð í føroyskum kvinnuhondbólti.
Sunnudagin spældu tær ein sera týðandi dyst á Skála, har StÍF við einum sigri kundi staðfesta sína framhaldandi tilveru í Sunset-kappingini.
Tað gjørdu strandakvinnurnar eisini við tryggum sigri, og tí er einki at siga til, um lagið var gott á heimaliðnum eftir dystin.
Hjá VÍF sær nú kanska svartari út í so máta. Skulu tær halda sessinum í deildini, so krevur tað tveir sigrar í teimum báðum seinastu dystunum, samstundis sum Søljan bert kann fáa tvey stig í trimum dystum. Og tað kann gerast ein sera møtumikil uppgáva - hóast hon ikki er ógjørlig at loysa.
Tað stendur tó greitt, at VÍF nú fyrst og fremst satsar upp á at byggja sær eitt nýtt lið upp frá grunini. Miðalaldurin á teimum, sum byrjaðu dystin á Skála mikudagin mundi liggja niðanfyri tey 20, og í so máta er talan heilt greitt um eitt tilvitað skifti í spælarahópinum. Eitt skifti, sum væl kann kosta sessin í fremstu røð í eina tíð. Men samstundis eitt skifti, sum væl kann vera tvingandi neyðugt, nú royndu kreftirnar spakuliga eru farnar at eldast. Meira royndir fáa nýggju spælararnir bert við at spæla fleiri dystir, og so er í fyrstu atløgu kanska ikki so øgiliga avgerandi, hvørt hesir verða spældir móti sterkastu ella næst sterkastu liðunum í landinum.

Fakta um dystin
StÍF-VÍF 26-16 (14-8)
Málskjútttar
StÍF: Poula D. Olsen 9, Paula B. Høgnesen 7(5), Rebekka Justinussen 5, Malan Petersen 3, Ninna K. Johansen 2
VÍF: Torgunn Johannesen 4, Fríða Marjunardóttir 3, Jacklin Durhuus 3, Finngerð Jensen 2, Heidi Joensen 1, Linda Johannesen 1, Bjørg Patursson 1, Annfríða Lamhauge 1
Brotskøst: StÍF 5, VÍF 1
Útvísingar: StÍF 2, VÍF 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen