VÍF hevur ikki verið til at steðga síðstu nógvu dystirnar í bæði lands- og steypakapping. Fyrstu dystirnar í landskappingini var gongdin hjá VÍF ikki so góð, men síðani 4. umfar hava teir vunnið allar sínar dystir, og nú eru sigrarnir vorðnir 9 á rað.
Hjá KÍF hevur verið meir upp og niður. Teir hava fingið fleiri góð úrslit ígjøgnum árið, men sum heild hava úrslitini verið heldur óstøðug. Dysturin ímóti Neistanum um vikuskiftið vísti tó, at KÍF kann hamla upp við øll lið, tá spælið koyrir, og so er spurningurin, hvussu tað verður ímóti VÍF.
Eingin ivi er tó um, at VÍF er greiður favorittur undan fyrru hálvfinaluni. KÍF hevur at kalla eingi góð úrslit at vísa á í steypakappingum síðstu árini, meðan VÍF hinvegin hevur fleiri finalupláss at vísa á. Harafturat er VÍF klárt oddalið í Atlantic Airways deildini, og tí eru teir stórfavorittur.
KÍF hevur tó fyri fyrstu ferð í á leið 20 ár møguleikan at røkka finaluni í steypakappingini, og teir fara heilt víst at berjast við lív og sál fyri at røkka tí máli, sum leikararnir nú hava sett sær fyri. Trupulleikin hjá teimum er bara, at einasta forðingin á teirra vegi ímóti finaluni er greiða oddaliðið í føroysku kappingini, sum harafturat hevur víst sera gott spæl nógvu teir seinastu dystirnar.