VÍF er ikki til at steðga

Dysturin millum VÍF og StÍF var ein av teimum heilt frægu, hvat leikdysgd viðvíkur. Hinvegin var tað so sum so við spenninginum, tí til tess vóru vestmenningar alt ov sterkir

VÍF-StÍF 40-27 (18-12)


Hondbóltur


Tað vóru tey bæði fremstu liðini í hondbóltskappingini, sum brustu saman, tá StÍF sunnudagin vitjaði í Vestmanna.

VÍF hevði undan dystinum fult stigatal, og teir vóru eisini favorittar. Ikki minst grundað á sigurin inni á Skála, tá liðini bæði hittust í fyrra sínamillum dystinum í grundspælinum.


Bert Ingi fylgdi við

Tað tóktist tó at byrja við, sum um strandingar ikki vildu lata sær lynda, at teir aftur her skuldu missa tvey stig.

Teir fingu alt fyri eitt verjuna at rigga. Við at verja offensivt royndu teir at halda skjúttunum hjá VÍF burturui, og hesin parturin av spæliætlanini eydnaðist eisini sera væl fyrstu løtuna.

Hevði tað ikki verið fyri Inga Olsen, so høvdu gestirnir helst eisini kunna vunnið sær eina trygga leiðslu hesa fyrstu løtuna, men liðskiparin vildi tað tó øðrvísi. Meðan strandingar ansaðu liðfeløgunum, skeyt Ingi fimm tey fyrstu VÍF málini, og syrgdi sostatt fyri, at StÍF ikki slapp frá mótstøðuni.

So við og við fekk VÍF tó fatur í rætta endanum. Verjuspælið gekk nú betri. Hetta viðførdi, at kontraálop eisini kundu setast í gongd, og so smátt kundi ein hóma, at tað helst mundi fara at enda við einum heimasigri, hóast bragdligu byrjanina hjá StÍF.


Rullaðu seg út

Seianstu løtuna av fyrra hálvleiki fekk heimaliðið veruliga ferð á, og eftir hetta var tað í roynd og veru bert ein vegur.

Fyrra partin av seinna hálvleiki hildu teir fram við sama skjóta og ágangandi álopsspælinum, og eina løtu var vandi fyri, at talan vór at gerast um eina sanna niðurgerðin av gestunum. Verjan riggaði at kalla optimalt, og hetta viðførdi eisini, at hópurin av kontraálopum kundu setast í gongd, og Johan Danielsen kundi millum lítið og einki gera, tá bæði ein og tveir mótstøðumenn komu einsamallir rennandi oman máli hansara.

Avrikið hjá VÍF hesa løtuna staðfesti enn einaferð, at teir í løtuni eru klárt sterkasta liðið í kappingini, og tað kann tykjast sera torført at síggja, hvør kann steðga sigursgongd teirra. Eisini tí breiddin í hópinum er somikið stór, at tað at kalla er ógjørligt hjá mótstøðuliðnum at leggja eina haldgóða spæliætlan undan dystinum.

Hesu ferð var tað Ingi, sum rættiliga var í essinum, men tað kann væl vera, at tað komandi dystin verður onkur av hinum leikarunum, sum tá tekur yvir. Áki, Martin, John og Sámal, fyri at nevna nakrar, kunnu allir at kalla avgera ein dyst einsamallir, og tað ber sjálvandi ikki til hjá mótstøðuliðnum at seta allar hesar út av spælinnum samstundis.


Ov deyðir í løtum

At VÍF tykist vera somikið einaráðandi í kappingini, merkir ivaleyst, at allur spenningur um gullmerkini nú má metast at vera fokin.

Um hini heiðursmerkini er talan tó enn um knallharða kapping, og eru tað serliga StÍF og Kyndil, sum eru partarnir í hesum stríðnum. Komandi dystin skulu strandingar taka ímóti júst Kyndli, og hóast greiða tapið sunnudagin, so eiga teir at finna nógv positivt í avrikinum móti VÍF.

Til tíðir var talan um heilt gott hondbóltsspæl, og serliga í álopspartinum vóru fleiri ferðir flottar kombinatiónir at síggja. Dystinum væntaði tó tann spenning, sum ofta er nóg stórt undirhald í sær sjálvum.

Eisini telur tað upp eftir hjá strandingum, at tær aftur tykjast at hava funnið ein rættan strikuspælara. Poli Hansen røkti í øllum føurm óvandu uppgávuna stak væl. Rokmikil, sum hann er, fær mótstøðan ongantíð frið fyri honum, og aloftast sótu skotini væl, tá hann slapp framat.

Tað tykist tó, sum um strandingar hava ov nógvar »deyðar« løtur í dystinum, og hetta er avgjørt nakað, sum eigur at betrast, um teir veruliga skulu gera seg galdandi.

Møguliga er tað ein spurningnur um orku, men undir øllum umstøðum tóktist leikararnir í fleiri førum ikki nóg hugsavnaðir um uppgávuna, og móti einum liði sum VÍF verður hetta so dyggiliga revsað.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VÍF: Ingi Olsen 13, Johnny Joensen 7, Sámal Joensen 6, Áki Olsen 5, Martin Hummeland 5, Harald Bjørgvin 2, John Zachariasen

StÍF: Artur Johansen 9(4), Costi Dumitrescu 6, Poli Hansen 5, Andre F. Danielsen 3, Marius Joensen 2, Leivur Justinussen 1, Alexandur Johansen 1

Brotskøst: StÍF 4

Útvísingar: VÍF 4, StÍF 3

Dómarar úr Tjaldur: Dánjal Hansen og Kári Hansen. Stýrdu dystinum væl, men tóktust til tíðir heldur ivingarsamir.