Meðan Neistin heima tapti 27-30 ímóti H71, vann VÍF 29-26 á StÍF og harvið leggur seg einsamalt á eitt FM-finalugevandi 2. pláss.
Portalurin fylgdi gongdini á Hálsi.
H71 legði út sum eitt ódnarveður og hóast Neistin royndi at svara aftur, so høvdu teir stórar trupulleikar av at verja fyri H71, sum - serliga umvegis ein stórspælandi Bogdan Florea - skoraði í at kalla hvørjum álopi. H71 bara bygdi oman á leiðsluna og vóru teir eina løtu á odda 17-10, men stutt fyri hálvleik gjørdi Neistin eitt gott hál, soleiðis at hálvleiksleiðslan hjá H71 var 18-14.
Tað var bara hálvur annar minuttur gingin av seinna hálvleiki, tá ið Neistin hevði minkað heilt niður í 17-18. Bonkurin hjá H71 og venjari teirra, Kári Nielsen, góvu ikki monnunum á vøllinum góðar arbeiðsumstøður, og heldur enn at hugsa um sínar egnu menn, hugsaðu teir í alt ov stóran mun um dómararnar, og førdi tað til tvær klossutar og óneyðgar útvísingar innan stutta tíð í seinna hálvleiki.
Hoyvíkingar góvust tó ikki á vøllinum og vildu ikki loyva Neistanum at koma upp á javnt. Tíggju minuttir fyri leiklok helt tó ikki longur og Neistin javnaði til 24-24, men her bygdi H71 aftur ein livandi múr í verjuni og løtu seinni var 29-25 til hoyvíkingar. Tíðin rann undan Neistanum og máttu tá ið saman um kom lúta 27-30.
Eftir dystin var H71-venjarin, Kári Nielsen, framvegis ikki komin niður á jørðina, og mátti hann, tá ið tað var um at koma áfast millum hann og eina dómaran, flytast burtur. Ein rokmikil endi í einum rokmiklum oddadysti.
Meðan KÍF fyri langari tíð síðani er strokið avstað, liggur VÍF nú einsamalt á 2. plássi við 18 stigum. Hetta eru tvey stig fleiri enn bæði Neistin og H71 - tó hevur H71 leikt tveir dystir færri og harvið møguleikan at leggja seg einsamalt á 2. plássið, um teir taka av báðum møguleikunum.