Hondbóltur
Sammett við dystin móti StÍF fyri viku síðani, var tað sum dagur og nátt í Vestmanna. Ta ferðina megnaðu teir gulu neyvan at seta fótin rætt fyrstu longu løtuna av dystinum, og í øllum førum kann staðfestast, at teir høvdu tikið læruna við sær til dystin leygardagin.
Tí Neistin fekk snøgt sagt ikki fótin fyri seg fyrstu longu løtuna. VÍF trumlaði avstað, og eftir bara 20 minuttum tóktist dysturin mest sum avgjørdur. Ikki minst tí Neistin hevði misnýtt heili 5 brotskøst á vegnum. Neistin hevur tó fleiri ferðir fyrr í ár sýnt framúr stríðsvilja, og við seks málum á rað seinastu løtuna undan steðginum togaðu teir seg upp á javnt.
Tí var spenningurin veruliga komin í aftur, tá seinni hálvleikur byrjaði, og sálarliga var Neistin nú kanska omaná. Men teir megnaðu ikki at gera sær dælt av hesum. Ístaðin byrjaði VÍF aftur at økja um leiðsluna, og tó at hendan ikki gjørdist eins sannførandi, sum hon hevði verið tað fyri steðgin, so fekk Neistin ikki loyvi at skapa sama veruliga spenning, sum endaspurturin fyri steðgin legði upp til.
Spenningur um finaluplássið
Við sigrinum syrgdu vestmenningar fyri, at teir enn hava eina grundaða vón um at røkka finaluplássinum í FM-kappingini, men tað krevur, at avrikið javnt og samst verður á sama støði, sum tað var tað leygardagin.
Til tíðir hevur liðið prógvað seg sum kanska mest seriøsi avbjóðarin hjá StÍF, men við unga spælarahópinum og vantandi royndunum hava avrikini sveiggjað millum tað framúr góða og tað heilt ússaliga. Hesa ferð var avrikið nærri toppinum, og megnar liðið at lyfta botnstøðið nakað, so teir sleppa undan keðiligum blackout’s seinasta partin av kappingini, so er væl hugsandi, at teir kunnu bíta seg heilt fastar. Og í so máta gerst tað ikki verri, nú Daniel Rapa aftur er á liðnum.
Hjá Neistanum er enn luft niður til næstu liðini, men tað skerst ikki burtur, at avrikið skal lyftast nakað, um finaluplássið skal tryggjast. Eftir eina framúr byrjan hava avrikini seinastu vikurnar sveiggjað meira enn ráðiligt er.Nú hevur liðið tó – eins og hini – ein mánað til at fínpussa formin, áðrenn tað av álvara verður farið undir endaspurtin í kappingini.
Fakta um dystin
VÍF-Neistin 34-29 (14-14)
10 min: 6-4
20 min: 12-6
40 min: 20-19
50 min: 25-22
Málskjúttar
VÍF: Rúni Joensen 8, Agnar Joensen 8(1), Áki Olsen 6(1), Niels Andreasen 3, Jákup Suni Andreasen 3, Sjúrður Poulsen 3, Danielsen Rapa 2, Regin Joensen 1
Neistin: Karl Herup Olsen 7, Áki Mørk 7(3), Dann Thorleifsson 4, Jugoslav Djumic 4, Blagoje Buha 2, Roar Dalsgarð 2, Tróndur Kragesteen 2(1), Jón Ludvík 1
Brotskøst: VÍF 2, Neistin 12
Útvísingar: VÍF 6, Neistin 3
Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg