Team Klaksvík hevur fingið eina torføra byrjan upp á nýggja kappingarárið. Sunnudagin taptu klaksvíkingarnir heili 36-19 á útivølli ímóti silvurvinnarunum frá í fjør, H71. Í kvøld var enn ein stór uppgáva á skránni, tá ið føroyameistaraliðið í fjør, VÍF, vitjaði í Badmintonhøllini í Klaksvík.
VÍF vann dystin trygt, 26-16.
VÍF legði seg skjótt á odda og varðveiddi eina tepru leiðslu í fyrra parti av fyrra hálvleiki, áðrenn vestmenningar øktu meir um leiðsluna undan hálvleikssteðginum. Hálvleiksstøðan var 14-9 til VÍF.
Í seinna hálvleiki gekk tað soleiðis, sum ofta fyrr er sæð hjá Team Klaksvík - liðið megnar ofta ikki at fylgja við í einum heilum dysti. Endaliga úrslitið gjørdist 26-16 til VÍF.
Sostatt er VÍF komið á stigatalvuna, meðan Team Klaksvík framvegis hevur síni fyrstu stig til góðar eftir fyrstu tveir dystirnar, har finalistarnir frá í fjør hava verið mótstøðuliðini.