VÍF koyrir í sama stevi

FTZ-deildin: Føroyameistararnir hava framvegis fulla stigaúrtøku

Ein dystur er spældur í FTZ-deildini í kvøld. Í høllini í Vestmanna var eitt slag av einari grannauppgerð, tá ið VÍF tók ímóti KÍF. Dysturin endaði 32-26 til VÍF eftir hálvleiksstøðuna 15-11.

 

Undan dystinum var talan um tvey lið, sum høvdu fingið góða byrjan upp á kappingarárið. VÍF hevði seks stig eftir tríggjar dystir við sigrum á Team Klaksvík, Neistanum og StÍF. Eitt sindur lakari hevði gongdin verið hjá KÍF, sum fekk tveir sigrar og fýra stig burturúr trimum teimum fyrstu dystunum. Kollfirðingar vunnu tepurt ímóti bæði StÍF og Kyndli, men leygardagin gekk verri hjá KÍF, tá ið neistamenn vundu burturúr kollfirðingum og vunnu stórt.

 

Úrslitið í kvøld merkir, at VÍF er einsamalt oddalið - í øllum førum til H71 hevur spælt ímóti Neistanum í høllini á Hálsi í morgin.

 

Málskjúttarnir frá kvøldsins dysti síggjast niðanfyri:

 

VÍF-KÍF 32-26 (15-11)

 

VÍF: Filip Jojic 8, Hanus Christophersen 7, Julian Olsen 7, Andrias Eriksen 5, Rúni Joensen 3, Sjúrður Olsen 1 og Jugoslav Djumic 1.

 

KÍF: Hans Elis Sigurbjørnsson 6, Andrias Nielsen 5, Frederik Sørensen 3, Rógvi Weyhe 3, Teitur Joensen 3, Jákup Trygvason 2, Ási Dam 2, Poul Egholm 1 og Fríði Weyhe 1.

 

Stigatalvan í deildini er soljóðandi:

 

1. VÍF 8 stig (4 dystir)

2. H71 6 stig (3 dystir)

3. Kyndil 4 stig (4 dystir)

4. KÍF 4 stig (4 dystir)

5. Neistin 2 stig (3 dystir)

6. StÍF 1 stig (4 dystir)

7. Team Klaksvík 1 stig (4 dystir)