Tað hevur verið rættiliga stilt í Hvonndeildini hetta vikuskiftið, tí at bert ein dystur er blivin spældur. Hesin dysturin varð spældur í Vestmanna, har VÍF tók ímóti StÍF. VÍF vann dystin 24-16 eftir hálvleiksstøðuna 11-9.
Hetta var fyrstu sigurin hjá VÍF í hesum kappingarárinum. Tað skal tó kanska ikki leggjast so nógv í tað, tí at framman undan høvdu vestmenningar bert spælt ein landskappingardyst. Hetta var fyri viku síðani, tá ið neistakvinnur vunnu ruddiliga ímóti VÍF í Havn.
Toppskjútti hjá VÍF var Marianna Geirsdóttir Eystberg, sum skoraði heili 10 mál. Marianna er dóttir venjaran hjá VÍF, Geir Wardum.
Sigurin hjá VÍF merkir, at liðið nú hevur tvey stig eftir tveir spældar dystir. StÍF hevur eisini tvey stig, men strandingar hava spælt tríggjar dystir.
Málskjúttarnir síggjast niðanfyri:
VÍF-StÍF 24-16 (11-9)
VÍF: Marianna G. Eystberg 10, Kathe Frederiksen 4, Brynja Rógvadóttir 3, Daniella Joensen 2, Randi Virgarsdóttir 2, Heidi Maria Akselsen 2 og Agnas Olsen 1.
StÍF: Guðrið Poulsen 4, Ninna Johansen 3, Birna Tummasardóttir 2, Paula Høgnesen 2, Karina Høgnesen 1, Sunfríð Johansen 1, Poula Berg 1, Guðrun Gærdum 1 og Rebekka Poulsen 1.