TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá tí allarseinastu løtuni av 2. FM-finaluni í Vestmanna millum VÍF-Kyndil, ið Kyndil vann 24-20 aftaná javnleik 10-10 í steðginum. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina var Teitur Joensen.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Duritu C. Jojic hjá VÍF, ið skoraði trý mál fyri VÍF í dag.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, Mariannu Geirsdóttir Eystberg, ið var sera eyðsýnd og skoraði heili 10 mál í dag.
4) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við venjaran hjá Kyndli, Bárður Johannessen.
5) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við venjaran hjá VÍF, Inga Olsen.
6) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum dystin. Teitur staðfestir, at tað er sera javnt og tætt í FM-finalunum hjá bæði kvinnum og monnum, men hann væntar, at VÍF hjá kvinnum og H71 hjá monnum fara at standa sum FM-vinnarar.