##med2##
VÍF vann seg uppá oddasessin í SMS-deildini við einum 26-22 sigri á Kyndli í Vestmanna í kvøld. Í steðginum var støðan 13-11 til VÍF, so VÍF vann báðar hálvleikirnar 13-11.
Toppskjútti hjá VÍF var Durita C. Jojic við níggju málum. Agnas Olsen skoraði seks mál og Liljan Müller skoraði fimm mál.
Bára Krossteig Hansen og Turið Arge Samuelsen vóru toppskjúttar hjá Kyndli við seks málum hvør.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá Kyndli, Bárð Johannessen sum ásannar, at byrjanin hevur verið heldur tung hjá Kyndli, men hann minnir á, at tað eru nógvir ungir spælarar sum mugu spælast inn á liðið.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá VÍF, Duritu C. Jojic sum hamraði níggju bóltar í málið hjá Kyndli. Tó lá tað í óvissuni um Durita fekk ein so stóran leiklut, tí hon var óttafull um, at ein skaði fór at taka seg uppaftur, men fegin er hon um sigurin, og eisini fegin um, at tað gekk væl á allan hátt.
4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Dia Midjord. Samrøðan snúði seg eisini um manslandsliðið sum spælir móti einum Okkaradeildar-úrvalsliðið í Vestmanna í kvøld.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 6 | 173 | 132 | 41 | 10 |
H71 | 5 | 152 | 119 | 33 | 10 |
KYNDIL | 5 | 134 | 93 | 41 | 6 |
NEISTIN | 5 | 117 | 111 | 6 | 4 |
STÍF | 5 | 109 | 153 | -44 | 4 |
STJØRNAN | 5 | 110 | 136 | -26 | 2 |
VB | 5 | 103 | 154 | -51 | 0 |