VÍF mundi blakað alt burtur

Hondbóltur: Hóast VÍF-kvinnurnar eitt skifti vóru á odda 19-11, stóð á jøvnum tá tveir minuttir vóru eftir. Men VÍF megnaði at hála sigurin í land

Steypafinalan hjá kvinnunum var ein av hesum dystunum, sum hevði alt. Spenningur til tað síðsta, eitt reytt kort, og ein fullsett høll á gosi. Stutt sagt júst soleiðis, sum ein finala skal vera.

Tað munnu hava verið út ímóti 800 fólk í høllini á Hálsi leygardagin, og tað man vera sera langt síðani, at so nógv áskoðarar hava verið til ein kvinnudyst í føroysku hondbóltskappingini.

Bæði úr Vestmanna og av Skálafjørðinum vóru fólk komin at stuðla sínum liði, og hóast eingin av finalistunum var úr høvuðsstaðnum, vóru eisini nógv fólk úr Havnini millum áskoðararnar ? m.a. sást tú spælarar frá fleiri av hinum liðunum í kappingini.

Hendingin, sum tey flestu tosaðu um aftaná, var reyða kortið, sum málverjin hjá StÍF, Óluva Djurhuus, fekk, tá fyrri hálvleikur var um at vera liðugur. Fram til tá hevði Óluva spælt ein góðan dyst, og fleiri av málunum hjá VÍF var hon sera nær við at bjarga, men mátti síggja bóltin aftanfyri seg, hóast hon hevði tikið tað mesta av ferðini av honum.

Men tá hálvur minuttur var eftir, endaði eitt langt útkast frá VÍF-málverjanum hjá Nikolinu Joensen, sum loftaði bóltinum, áðrenn Óluva, sum eisini var á veg út, náddi honum. Royndi StÍF-málverjin misti høvdið í eitt sekund og helt Nikolinu, væl uttanfyri málteigin. Jákup Sverri og Hugo vóru eirindaleysir, og restina av dystinum mátti StÍF spæla við bert einum málverja.

Tað er ov nógv sagt, at hetta reyða kortið ? avgerðin hjá dómarunum var røtt ? fekk avgerandi týdning fyri dystin, men tað gav í øllum førum VÍF-kvinnunum eitt sálarligt skump í ryggin og tað øvugta hjá StÍF. Fyrri hálvleikur endaði við, at Jacklin Durhuus fekk eitt mál í gávu, so hon legði VÍF á odda 11-10 í seinasta sekundi av hálvleikinum.

Karin Hansen stóð í málinum hjá StÍF restina av dystinum, og ein hevði varhugan av, at um hon ikki kom væl í gongd, fór tað at verða tungt hjá strandaliðnum.


VÍF leyp avstað

VÍF fekk eisini nógv ta betru byrjanina upp á seinna hálvleik. Fyrsta korterið skutu tær átta mál, meðan StÍF bert fekk eitt. Trý tey fyrstu málini hjá VÍF komu av vonginum. StÍF mansvardi Ioanu Rapa, men tað gav alt ov gott pláss í verjuni, og hóast holið á vonginum bleiv latið aftur, tá Bjørg Mikkelsen kom inn at verja, bleiv støðan heili 19-11 til VÍF, og dysturin sá út til at vera avgjørdur.

Men tað er hent fyrr, at VÍF-kvinnurnar, sum man vera liðið í Føroyum við lægsta miðalaldri, hava tveitt eina trygga leiðslu fyri borð, og hinvegin hevur StÍF spælarar, sum kunnu draga liðið uppaftur, tá tað sær svartast út.

Paula B. Jacobsen hevði ikki verið tann stóra hóttanin móti VÍF-verjuni í byrjanini, og tá hon hevði roynt seg, hevði lítið veiggj verið í skotunum. Hetta broyttist í seinna hálvleiki, og tá Sóley Mikkelsen so vísti seg sum ein ósvikaliga tryggur brotskastskjútti, tók StÍF veruliga dik á seg og át seg, bita fyri bita, inn á VÍF aftur.

Unga VÍF-liðið fall fullkomiliga í óvit, bæði Ioana og Jacklin vórðu tiknar úr spælinum, og so líðandi sum StÍF nærkaðist, fór at standa á gomlum nøglum hjá ungu VÍF-spælarunum. 19-11 bleiv til 19-16, og StÍF-viðhaldsfólkini, sum øll vóru hvítklædd omanfyri beltið, og sum settu sín dám á alla vestaru síðu av høllini, róptu harðari fyri hvørt málið.

20-16 bleiv til 20-20, og tveir minuttir vóru eftir. Hetta blivu tveir sera spennandi minuttir, og hóast nógv bendi á, at StÍF, sum nú hevði yvirvágina, fór at taka seinasta stikkið inn, var tað VÍF, sum fekk seinasta orðið.

Og tá dysturin skuldi avgerast, kundi tað ikki vera nøkur onnur enn Ioana Rapa, sum skeyt vinnandi málið. Hon hevði skotið fimm av teimum ellivu málunum, VÍF hevði fingið í fyrra hálvleiki. Tá so VÍF í fyrru helvt av seinna hálvleiki fór frá 11-10 upp á 19-11, skeyt hon einki av teimum málunum, men tá liðið kom í kreppu, skoraði hon fyrst til 20-16 og so aftur tað seinasta og avgerandi málið í dystinum.

Stór frøi á vestmenningum eftir ein dyst við bæði láturi og gráti, har StÍF enn einaferð kom á gáttina, men ikki inn um dyrnar. StÍF hevur verið í fleiri finalum og hevur eisini altíð verið væl við í landskappingini, men sum oftast hava tær verið júst ov stuttar, eins og tær vóru leygardagin.

Finalistar

uttan traditiónir

Tað kann tosast nógv aftur og fram um traditiónir og hví tað heldur ikki hesaferð eydnaðist StÍF at vinna, tá tað ráddi mest um at gera tað. VÍF hevur heldur ongar traditiónir í kvinnuhondbóltinum, og í so máta áttu tær at verið verri fyri enn StÍF, sum hevur nógv fleiri royndir, og sum framvegis hevur fleiri av spælarunum, sum tvey ár fyrst í 90-unum blivu føroyameistarar við Skála, við á liðnum.

At annar málverjin hjá StÍF fekk reyða kortið, tá dysturin var hálvrunnin, hevði sjálvandi týdning, men tað var ikki tað, sum var avgerandi ? tað prógvaði StÍF eisini, tá tær komu frá 11-19 upp á 20-20.

Týdningurin, Ioana Rapa hevur fyri liðið hjá VÍF, var eisini sera týðiligur, og hóast StÍF hevur spælarar, sum veruliga kunnu taka tung tøk, tá á stendur, so var tað kanska júst ein spælari sum Ioana, ið eysturoyarliðið hevði brúk fyri sunnudagin.

Innsatsurin hjá Sóley Mikkelsen er altíð stórur, og hon telist millum teir allarbestu hondbóltsspælararnar í Føroyum, men av teimum tíggju málunum hjá henni í finaluni kom bert eitt úr opnum spæli. Um tey níggju brotskastini verða tikin burtur (ikki tí, tað krevur sjálvandi eisini sítt at skora upp á níggju brotskøst upp í slag, og tey flestu av teimum eru eisini komin burtur úr opnum málmøguleikum), skeyt eingin spælari hjá StÍF meir enn trý mál, meðan Ioana í hinum endanum skeyt átta mál ? og einki av teimum upp á brotskast.

Einki skal kortini takast frá hinum á VÍF-liðnum, har eitt nú Angelie Jógvansdóttir og Óluva Poulsen vístu høgt støði, og høvdu VÍF-spælararnir allir verið trý ár eldri, hevði munurin helst verið størri enn bert tað eina málið, tí so hevði VÍF neyvan blakað stóru leiðsluna í seinna hálvleiki burtur.

Nú sluppu tær við hvøkkinum, og sigurin leygarkvøldið var ein endalig staðfesting av, at VÍF nú eisini hevur eitt sterkt kvinnulið. Tað kann hugsast, at steypasigurin í ár bert var byrjanin til enn fleiri sigrar hjá kvinnuliðnum í Vestmanna, sum hevur tíðina fyri sær.

StÍF mátti taka til takkar við enn einum 2. plássi, og tað hóast liðið stóð fyri besta avrikinum í dystinum, sum var at koma afturíaftur, tá liðið miðskeiðis í seinna hálvleiki var aftan fyri við átta málum.

Men tær blivu aftur ov stuttar, og nú kann ein spyrja seg sjálvan, um tað liggur ein illur andi yvir liðnum, sum ofta hevur havt tilfar til meir enn bert silvur.