Seinnapartin sunnudagin sigur FM1 beinleiðis frá tveimum hondbóltsdystum.
Talan verður dystirnar millum VÍF og Neistan í SMS-deildini og í Burn-mansdeildini, ið báðir vera spældir í Vestmanna.
Kvinnudysturin byrjar klokkan 14 og mansdysturin byrjar klokkan 16.
Í SMS-deildini er Neistin nummar trý við 12 stigum og VÍF er nummar fýra við átta stigum.
Í Burn-mansdeildini er VÍF nummar tvey við 13 stigum og Neistin er nummar trý við 10 stigum.
Frásøgumaður hjá FM1 er Sjúrður H. Hoydal.
Samrøður við umboð fyri VÍF og Neistan koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu hoyra FM1 HER