VÍF og H71 undir sama taki

Faðir og sonur í Kvívík hittast sum kappingarneytar í FM-finalunum hjá monnum, tí annar er formaður í VÍF og hin spælari í H71. – Hvussu víkir og vendir, verða bæði tapari og vinnari her í húsinum, staðfesta báðir tveir

HONDBÓLTUR

 

Í einum av húsunum Frammi í Gerði í Kvívík hevur hondbóltsprátið verið serliga lívligt í vetur, og nú tað stundar til FM-finalurnar í Atlantic Airways-kappingini, ber av. Orsøkin er heilt einfalt tann, at maðurin í húsinum, Niels Joensen, er formaður í VÍF, meðan sonurin, Regin Joensen, spælir við H71.

– Tað er eitt sindur serligt, og sjálvandi telja kenslurnar fyri VÍF nógv, tí øll trý børnini hava spælt har. Men tað er ikki so einfalt kortini, og eg má viðganga, at hetta er mín dreymafinala. Eg unni Regini eitt finalupláss, og hvussu víkir og vendir, verða bæði tapari og vinnari her í húsinum. Tapari verði eg undir øllum umstøðum, so ella so, sigur Niels, sum í hesum »tap-og-vinn« prátinum fær viðhald frá soninum, hóast teir nú eru kappingarneytar.

– Eftir at Regin fyri tveimum ella trimum árum síðani var kosin ársins stjørnuskot, steðgaði hann eitt sindur upp, so tí trongdi hann til onkra broyting. Hana hevur hann fingið í Hoyvík, tí tað hevur gingist væl hjá honum í vetur – og sjálvandi eisini hjá hoyvíkingum. Tey hava tikið væl ímóti honum og hann trívist sera væl í H71.

Hesum tekur Regin beinanvegin undir við, og hann krógvar ikki, at hann er blivin stuðlaður fult út av pápanum, hóast áhugamálini koma eitt sindur í bland, nú annaðhvørt VÍF ella H71 verður meistari.

– Øll spyrja nógv, nú finalurnar nærkast, hvørjum pápin mín í veruleikanum heldur við, og so vilja tey eisini hava at vita, hvussu tað kennist at skula spæla finalur ímóti VÍF, sum eg eri uppvaksin í. Og prátið er sjálvandi eisini merkt av, at svágurin spælir við VÍF, sigur Regin, sum tó ikki er í iva um, hvar hansara heitastu kenslur eru í hesum døgum.

– Nei, nú eri eg so svartur, sum eg fái verið. Tá tú venur fýra ferðir um vikuna og spælir allar hesar dystirnar gjøgnum veturin, so gert tú sjálvandi alt fyri at vinna. Og nú er altavgerandi fyri meg, at vit í H71 vinna á VÍF og gerast meistarar. Tað hevði verið stórt at sloppið at vunnið tað saman við hoyvíkingum, ið ongantíð hava verið meistarar fyrr.