VÍF fekk ikki trupulleikar av Team Klaksvík og vann 30-17.
Hetta merkir, at VÍF er á øðrum plássi í Okkaradeildini, eftir at StÍF og KÍF vunnu sínar dystir í dag.
https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/stif-og-kif-sigrar-brustu-okkaradeildina-vidopna/Sí eisini: StÍF og KÍF-sigrar brustu Okkaradeildina víðopna
VÍF byrjaði sín kvøldsins dyst í Klaksvík ein tíma seinni enn hini í Okkaradeildini í kvøld.
Eingin mundi vænta, at VÍF kundi koma í trupulleikar ímóti botnliðnum, Team Klaksvík. Og eftir at Vestmenningar skutu fyrstu bæði málini í dystinum, eydnaðist eisini at varðveita og økja um leiðsluna allan dystin.
Í hálvleikinum var støðan 14-7 til VÍF og við dystarenda hevði VÍF vunnið 30-17.
Samstundis kundu vestmenningar frætta úrslitini frá hinum dystunum, sum merktu, at VÍF nú er á øðrum plássi í Okkaradeildini, áðrenn fýra teir seinastu dystirnar í grundspælinum.
Vinstri vongurin hjá VÍF, Jóhan í Garðastovu, var ídnasti málskjútti í dag. Hann skoraði 11 ferðir - alt úr opnum spæli.
Støðan í Okkaradeildini
Fýra tey fremstu liðini eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar