VÍF skal takast í álvara

Kvinnuliðið hjá VÍF legði einki í drúgvu siðvenjuna hjá Neistanum, men sendu tær hinvegin til Havnar við stórtapi

VÍF-Neistin 32-14 (16-7)


hondbóltur


Uttan at taka munnin ov fullan kann sigast, at VÍF kvinnurnar sendu eina kraftiga ávaring til hini liðini hóskvøldið.

Sigursvandu neistakvinnurnar hava kanska ikki verið heilt so einaráðandi seinnu árini, men hinvegin hava tær eisini hesa tíðina verið við í oddinum, hóast talan ikki er vorðin um gullmerki.


Niðurspældar

Sigurin hjá VÍF gjørdist ikki minni enn 18 mál, og tað man vera langt síðani, at neistakvinnurnar hava fingið ein slíkan lúsing.

Til teirra verju kann sigast, at tær máttu vera tær báðar, Ingu Danberg og Bjrøg Patursson fyri uttan, umframt at Súna Mørk í fyrra hálvleiki fekk ein snudd í fótin, sum merkti hana restina av dystinum.

Hetta skal tó ikki á nakran hátt dylja yvir, at VÍF í ár tykist hava eitt lið, sum veruliga tykist ætla sær nakað.


Góður styrkur

Liðið hevur í ár havt tilgong av bæði føroyskum og útlendskum leikarum, og hóast nakað av frágongd eisini hevur verið, so er hendan væl og virðiliga uppvigað.

Nýggju leikararnir tykjast at javnviga væl, soleiðis at liðið er sterkt á øllum plássum. Ikki minst er týdningurin av nýggja málverjanum stórur.

Eitt er, at hon tekur tað, sum takast skal (og nakað afturat), men harumframt hevur hon eitt útkast, sum hóskvøldið var upprunin til hópin av málum.

Eisini hevur styrkti hópurin gjørt Ioana Rápa til ein nógv betri leikara. Í fjør og fyrra árið mundu hon standa fyri á leið helminginum av VÍF málunum, men so er ikki nú. Týdningur hennara er tó ikki minni, men har hon fyrr avsluttaði fyri eitt gott orð, ger hon í dag nógv størri mun av hóttanini, fyri síðani at spæla viðleikarar leysar, tá verjan hugsat um hana.

Gomlu dygdirnar hevur tó framvegis, og serliga í seinna hálvleiki sýndi hon, at dugur er í vinstra arminum.


Orkan tkist batna

Umframt áðurnevnda styrk, so tykist tað eisini, sum at orkan á VÍF í ár er munandi størri, enn hon hevur verið áður.

Tær bæði tora, orka og megna at verja offensivt, og hetta gevur eisini møguleikan fyri hópin av sjótálopum.

Hetta tóktist eisini at møða neistaliðið, sum í báðum hálvleikunum lá omaná, fyrstu 10 minuttirnar, fyri síðani at verða runnar um koll í 20 minuttir.

Jú, sanniliga tykjast tær at meina tað í álvara hetta kappingarárið.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

VÍF: Sóleyð Mikkelsen 8(2), Ioana Rapa 8(1), Fríða Marjunardóttir 6(4), Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4, Alice Høghamar 3, Nicoleta Rado 2, Randi Kúrberg 1

Neistin: Annika Thomsen 5, Susan Brockie 5, Mildrid Jacobsen 2, Súna Mørk 1, Birita wardum 1

Brotskøst: VÍF 8, Neistin 1

Útvísingar: VÍF 3, Neistin 2

Dómarar úr H71: Kristian Martin Skála og Bárður Brimvík. Høvdu eina friðarliga uppgávu, og røktu teir eisini hesa væl.