Hondbóltur
Kvinnurnar hjá VÍF høvdu allar møguleikar at skræða seg heilt leysar úr botninum. Átta minuttir fyri dystarlok skoraðu tær til 24-22, og bara ein minutt seinni kundu tær við brotskasti punktera dystin.
Liljan Djurhuus hevði fýra ferðir undan hesum sent brotskast í netið, men fimtu ferð riggaði ikki. Brotskastið varð misnýtt, og eftir hetta vóru tær á heimaliðnum púrasta sørar. Trý mál komu afturat í dystinum, men tað vóru gestirnir, sum fingu øll av hesum, og so kundi StÍF økja sítt stigatal upp í seks, soleiðis at tær meira ella minni hava veitrað farvæl til botnstríðið.
Tað hevur VÍF hinvegin als ikki gjørt. Tey bæði stigini, sum tær vunnu á heimavølli móti VB, eru framvegis tey bæði einastu, sum liðið hevur vunnið, og tí verður talan av sonnum um gysara, tá farið verður til Vágs tann 13. oktober.