VÍF smurdi H71 av

VÍF vísti seg frá síni bestu síðu, tá ið favorittarnir úr H71 vóru sendir heim við stórtapi

VÍF - H71 33-22 (19-15)

 

Fyrsta hálvfinalan um FM var leikt í kvøld í Vestmanna, og tað vóru vinnararnir av grundspælinum, H71, ið høvdu syrgt fyri kørmunum.

H71 hevði valt sær VÍF sum mótstøðulið fram um Kyndil og Neistan, og harafturat høvdu hoyvíkingar avgjørt at spæla fyrsta dystin í Vestmanna.

 

Av fýra møguligum, hevði H71 frammanundan vunnið fýra greiðar sigrar á VÍF í ár, men tað vóru vestmenningar, ið løgdu bert fyri. Eftir lítlari løtu var støðan 3-1 til heimaliðið, men so ressaðist H71, og gjørdi støðuna til 3-7 til H71.

 

Nú mundu tey flestu halda at hoyvíkingar fóru at gera eins og í teimum fýra undanfarnu dystunum, men fólk flest fóru púra skeiv.

Í staðin tók VÍF sær um reiggj. Verjan byrjaði at batna og álopið koyrdi so gott sum tað nakrantíð hevur gjørt í ár. VÍF fekk javnað við støðuni 8-8, dysturin helt sær til 11-11, áðrenn VÍF-maskinan fór í gongd av álvara. Eftir fimm mál á rað, var støðan 15-11, og hesin munurin helt sær til hálvleiks, tá ið støðan gjørdist 19-15 til VÍF.

 

Málríka úrslitið vitnaði um ein dyst, ið fór fram í einari øgiligari leikferð - eins og flest allir dystir gera tá ið VÍF spælir. H71 royndi sítt besta at spæla við, men í seinna hálvleiki eydnaðist hetta slett ikki.

Í seinna hálvleiki legði VÍF afturat sínum spæli, við fyrst og fremst at fáa ágangandi verjuna at koyra so væl sum sjáldan fyrr.

 

Tað tók kortini eina løtu, at fáa fatur á H71, ið spældi við sjey monnum í álopinum. Hoyvíkingar minkaðu um munin niður í 22-20 tíðliga í seinna hálvleiki, men helt nakar at H71 fór at taka tamarhaldið á dystinum, fór hann aftur púra skeivur. Tí H71 kom ongantíð longur upp enn 22 mál í dystinum.

 

VÍF hevði goymt sær besta spælið enn. VÍF fór nú at økja, millum annað við at tveita bóltar í tóma hoyvíksmálið, og teir steðgaðu ikki fyrr enn støðan gjørdist 29-21 við tíggju minuttum eftir.

Seinastu tíggju minuttirnir fóru við at heimaáskoðararnir fagnaðu sínum leikarum, ið sóu út til at hugna sær seinastu løtuna. Tá ið avtornaði, hevði VÍF vunnið 33-22, tikið fyrsta sigurin í hálvfinalunum, og við avrikinum sent boð um at liðið ætlar sær at gerast Føroyameistari.

 

 

Málskjúttar hjá VÍF:

Filip Jojic 9, Julian Olsen 6, Andrias Eriksen 6, Sjúrður Olsen 3, Jón Müller 3, Magnus Müller 1, Jóhannus Haldansen 1, Jákup Andreas Joensen 1, Johan í Garðastovu 1, Bjarti Hansen 1, Mladen Mjerimacka 1

 

Málskjúttar hjá H71:

Vilhelm Poulsen 6, Leivur Mortensen 5, Brandur Halgirsson 4, Pætur Thomsen 3, Poul Símun í Garði 2, Djóni G. Joensen 1.