VÍF tendraði

VÍF spældi sum eitt veruligt oddalið, tá teir sunnudagin góvu meistarunum av Skála bank

Hondbóltur

Nógv hevur verið tosað og skrivað um óvanliga tungu gongdina, sum mansliðið hjá VÍF hevur havt higartil í ár.Ein gongd, sum eitt skifti viðførdi, at liðið næstan varð parturr av botnstríðnum, og tó at nakað av vend síðani er komið í, so er enn eitt petti upp til ovastu liðini.

Áki gjørdi góðan mun
Tí var einki at ivast í, hvar trýstið lá undan dystinum sunnudagin. Tó at talan framvegis bert er um grundspælið, so hava vestmenningarnir ikki ráð at missa nakað serligt afturat, um teir sum vant skulu hava eitt stórt orð at siga í oddastríðnum í deildini.
Og so kann leggjast afturat, at tað hava teir framvegis. VÍF ikki bara vann dystin móti StÍF. Til tíðir líktist tað eini framsýning í skjótum og effektivum hondbóltsspæli, har meistararnir so dyggiliga vórðu settur upp á pláss av einum sera væl uppløgdum heimaliði.
Tað tók kanska eitt lítið sindur av tíð, áðrenn heimaliðið veruliga kom fyri seg. Byrjanin upp á dystin var kanska av tí heldur meira varliga slagnum. Liðini fylgdust sear pent, og kanska var tað enntá soleiðis, at gestirnir høvdu eina lítla yvirvág. Okkurt suffið mundi eisini vera at hoyra í høllini, tá strandingarnir brádliga smoygdu seg tvey mál framum, men so raknaðu vestmenningarnir við.
Stóra broytingin mundi vera, at venjararnir gjørdu av at royna seg við bæði Inga Olsen og Áka G. Olsen á bakplássunum. Her hevur tað aloftast verið so, at Áki ? hóast sínar stóru leikligu dygdir ? hevur verið eitt slag av back-up fyri fyrst og fremst Inga, men eisini teir báðar stóru bakkarnar, men tað var heilt greitt, at tað kom munandi meira ferð á, nú bæði hann og Ingi vóru á vøllinum. Álopsspælið koyrdi kvikliga frá síðu til síðu, inn á strikuna, og var eingin onnur loysn í eygsjón, so duga teir báðir so sanniliga eisini at skjóta móti málinum.
Og eisini í verjupartinum høvdu vestmenningar takið. Ikki minst Eli Müller, sum nýtti høvið til at spæla sín besta dyst á árinum, tó at sterka verjan sjálvandi eisini hjálpti til í hesum.

Framsýning
Stóri spurningurin í steðginum var, hvørt VÍF megnaði at halda fast um takið, sum teir nú høvdu á dystinum, ella um teir eins og onkra tíð áður, nú fóru at tveita alt burtur.
Og svarið kom mest sum alt fyri eitt. VÍF sat framvegis eins tungt á dystinum, og líka mikið, hvussu strandingarnir royndu, so fingu teir ikki eitt bein til jørðina. Eftir tíggju minuttum hevði heimaliðið skotið seks mál móti tveimum hjá gestunum, og tá gestirnir so heldur ikki megnaðu at gera sær dælt av eini seks-móti-fýra støðu, mundi skriftin standa heilt týðiliga á vegginum. Vestmenningarnir tóktust í øllum førum ikki sansa, at teir við hesum skuldu verið munandi skerdir, men hildu tvørturímóti á við at skræða móstøðuverjuna sundur. Serstakliga gjørdu Ingi og Sámal um seg, men teir fingu so sanniliga góða hjálp frá liðfeløgunum, sum alla tíðina royndu at gera sítt, soleiðis at skjúttarnir á liðnum fingu rúm og tíð at greiða sínar skyldur.

Tættari
Nóg mikið til ein oddasess á stigatalvuni, var sigurin hjá VÍF ikki, men í øllum førum fer tað alt meira at líkjast tí, sum vestmenningar eru vanir við. Fyri framman stendur eisini ein dystur móti oddaliðnum, Kyndli, og megnar VÍF eisini at vinna hendan, so fer at gerast heilt tætt frammi í oddinum.
Og mett eftir spælinum sunnudagin, so er einki at ivast í, at VÍF hevur møguleikan móti Kyndli. Stríðsandi og offurvilji hevur annars verið nakað, sum hevur eyðkent Kyndil í ár, og nakra læta uppgáva fær VÍF so undir ongum umstøðum. Men sami striðsandi og sami offurvilji tykist nú eisini vera at síggja hjá teimum gulu, og megna teir at halda fast um hetta, so skal í øllum førum hampuliga nógv til, áðrenn teir koppa.
Hjá strandingunum var tað sjálvandi ein herskin biti, at teir soleiðis skuldu fáa av at vita, men dysturin sýndi um ikki annað, at teir so avgjørt hava sínar lutir at arbeiða við. Ikki minst í álopspartinum, sum í løtum tykist koyra heldur tungt. Serstakliga verða stórir byrðar lagdir á Svein og Mihai, og tá hesir so ikki megna at lyfta, hevur liðið ein trupulleika. Hvørt hesin verður loystur til komandi uppgávurnar, er ilt at meta um, men um ikki annað, so kunnu strandingarnir fegnast um, at teir í løtuni eru liðið, sum hevur lættastu dystirnar á pappírinum, nú fyrst H71 og síðani KÍF standa fyri tørni.

Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 30-23 (16-13)
Málskjúttar
VÍF: Ingi Olsen 11(5), Agnar Joensen 6(1), Sámal Joensen 4(1), John Zachariasen 4, Harald Bjørgvin 2, Piti Negru 2, Áki G. Olsen 1
StÍF: Arthur Johansen 8(6), Andre F. Danielsen 6, Mihai Marinescu 3, Bent Djurhuus 2, Sveinur Justinussen 2, Mortan Hansen 1, Alexandur Johansen 1
Brotskøst: VÍF 8, StÍF 8
Útvísingar: VÍF 8, StÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum.Høvdu so sanniliga sítt at síggja til, men hóast ónøgdin onkra tíðina var heilt stór, so mundi heildarmetingin tó vera á eini góðari leið frá báðum pørtum.