VÍF tikið avleiðingarnar

Felagið hevur valt at leikbannað leikara restina av kappingarárinum

Leiðslan í VÍF hevur tikið avleiðingarnar av rokinum, sum var í dystinum millum Kyndil og VÍF sunnudagin. Felagið hevur valt at revsa leikara við leikbanni restina av kappingarárinum.

Vestmenningar hava sambært tíðindaskrivinum gjørt eina reglugerð, hvussu slíkir tilburðir sum sunnudagin skulu revsast.

Onki stendur í tíðindaskrivinum um, hvør leikari talan er um. Talan at allarhelst um rumenan, Piti Negru, sum var ein av leikarunum, ið var í rokanum ímóti endanum av dystinum. Fleiri kyndils-fólk vildu vera við, at Piti gjørdi seg harðliga inn á ein av kyndilsleikarunum, tá hesin var á veg av bonkinum á vøllin.