Tað er nú stórur spenningur um tað seinna FM-finaluplássið í fremstu kvinnudeildini í hondbólti.
VÍF/Tjaldur gjørdi sína skyldu á heimavølli í Runavík við einum 27-24 sigri á Stjørnuni. Støðan í steðginum var javnleikur 17-17.
Í Havn vann Neistin ein sannførandi 31-21 sigur á Kyndli. Longu í steðginum vóru neistakvinnur á odda 20-8.
Hetta merkir, at Kyndil og VÍF/Tjaldur eru jøvn í stigum. Liðini hava 16 stig í part. Kyndil hevur tó frægari málmun.
Støðan í fremstu kvinnudeildini :
1. Neistin 15 dystir 30 stig
2. Kyndil 15 dystir 16 stig
---------------------------------------
3. VÌF/Tjaldur 15 dystir 16 stig
4. VB 15 dystir 10 stig
5. StÌF 14 dystir 9 stig
6. Stjørnan 14 dystir 7 stig