Uni Holm Johannesen
- Móti endanum hava neistamenn meira orku og vit renna aftaná. Tí fáa teir fleiri løtt mál og vinna dystin.
Áki G. Olsen segði tað væl í Kringvarpinum eftir dystin. At Neistin dugdi betur í avgerandi minuttunum. Tí tað júst tað sum avgjørdi, at VÍF komandi vikuna er á aftasta plássinum í bestu mansdeildini.
Lagið hevur verið betri í Vestmanna. Ítróttarstoltleikin – VÍF – er í trongum skóm og er í løtuni á niðurflytingarplássinum. Ein støða, sum vestmenningar eru púra óvandir við. Ein støða, sum Sámal Joensen, Agnar Joensen og Áki G. Olsen sjáldan hava roynt. Ein støða sum skal vendast skjótast gjørligt.
Nær við
“Liðið er ongantíð betri enn seinasti dysturin vísir” er eitt hugtak, sum ítróttarfólk ofta nýta. Og við hesum í huga sær ikki heilt galið út hjá VÍF.
Tí vestmenningar vóru nær við at vinna stig frá oddaliðnum Neistanum, sum vitjaði í Vestmanna í gjár. Í ein samfullan tíma leiktu liðini í óvanligari høgari leikferð, tá gestirnir úr høvuðsstaðnum høvdu neyðuga sálarliga yvirskotið og megnaðu at binda um heilan fingur í seinastu løtu.
Undan steðginum riggaði álopsspælið hjá báðum liðum serstakliga væl. Hugflog, ferð og dirvi var grundarlagið fyri, at heili 46 mál vórðu skotin í fyrra hálvleiki. 24 til VÍF og 22 til Neistin. Talan var somuleiðis um málríkasta fyrra hálvleikin í hesum kappingarárinum.
Sálarliga vóru gestirnir betur við eftir hvíldina. Teir ansaðu væl eftir vestmenningunum, og tá tað av álvara ráddi um at halda høvdið kalt, riggaði betur hjá bláa oddaliðnum. Teir skutu neyðugu málini, men troyttu vestmenningarnir ikki høvdu meira krút.
Kann broytast skjótt
Tað er lætt at sita við knappaborðið í desember og siga, hvør fer at flyta niður – um Team Klaksvík vinnur næstbestu deildina, væl at merkja. Stigatalvan prógvar, at VÍF higartil eru vánaligasta liðið í Atlantic Airways-kappingini.
KÍF og VÍF stríðast í løtuni fyri lívinum í bestu deildini. Og meðan kollfirðingar vinna stig í heilum, royna vestmenningar at venda skútuni. Við dystinum í gjár í hyggju sær ljóst út. Men tað er einki at ivast í, at sigursvanda VÍF skal brynja seg til eitt stríð sum krevur tár, sveitta og blóð. Tí tað verður avgerandi, tá vit einaferð skulu umrøða seinasta leikumfar.
Fakta um dystin
VÍF-Neistin 35-38 (24-22)
10 min: 7-6
20 min: 18-15
40 min: 29-29
50 min: 32-33
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 9(3), Bjartir Hansen 9, Regin Joensen 7, Agnar Joensen 5(1), Áki Olsen 2, Áki G. Olsen 2, Niels Andreasen 1
Neistin: Finnur Hansson 11(1), Heini Hanusarson 7, Jugoslav Djumic 7, David Edvardsen 6(2), Tróndur Kragesteen 4, Sjúrður Thomassen 2, Áki Mørk 1
Brotskøst: VÍF 5, Neistin 5
Útvísingar: VÍF 3, Neistin 2
Diskvalifikatión: Neistin 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg